Blue Modern Merry Christmas Facebook Post (1)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Frídagar um jólini

17. november. 2025 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Hvat siga lógir og sáttmálar um frítíð í jóla- og nýggjárstíðini?

Jól og nýggjár nærkast, og mong hava spurningar um, hvørjir dagar eru frídagar sambært lóg og sáttmála. Niðanfyri er eitt samlað yvirlit yvir ásetingarnar.

Limir kunnu síggja eitt fullfíggjað yvirlit her. (bert fyri limir)

Jólaaftan – hálvur ella heilur frídagur?
Jólaaftan er ikki eins fyri øll. Í nøkrum sáttmálum er dagurin hálvur frídagur, meðan aðrir geva heilan frídag. Her sært tú, hvussu feløgini skipa frídagin, og hvussu lønin verður roknað, um arbeitt verður henda dagin:

Hálvur frídagur
•    Føroya Handverkarafelag
•    Landsfelag Handverkaranna

Heilur frídagur
•    Føroya Arbeiðarafelag
•    Havnar Arbeiðarafelag
•    Havnar Arbeiðskvinnufelag
•    Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
•    Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
•    Samverk (áður S&K)
•    Atlantic Workers Union
•    YTF
•    Finansforbundet
•    Starvsfelagið (Posta og Føroya Tele)
•    Grafiska Yrkisfelagið
•    Føroysk Miðlafólk
•    Maskinmeistarar á landi

Lønarviðurskifti
•    Tey, sum hava hálvan frídag, fáa yvirtíð sambært sáttmála fyri arbeiði eftir kl. 12.
•    Tey, sum hava heilan frídag, fáa yvirtíð sambært sáttmála fyri arbeiði allan dagin.

Jóladagur og 2. jóladagur
Jóladagur og 2. jóladagur eru heilir frídagar ásettir við lóg. Arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt sum yvirtíð sambært sáttmálanum.

Nýggjársaftan – hálvur ella heilur frídagur?
Nýggjársaftan er, eins og jólaaftan, ikki eins skipað í øllum sáttmálum. Í summum feløgum er dagurin hálvur frídagur, meðan aðrir geva heilan frídag. Fyri hálvan frídag verður yvirtíð latin fyri arbeiði, sum verður gjørt eftir kl. 12. Fyri heilan frídag verður yvirtíð latin fyri arbeiði allan dagin.
Niðanfyri sært tú, hvussu feløgini áseta nýggjársaftan.

Hálvur frídagur nýggjársaftan
•    Samverk (áður S&K)

Heilur frídagur nýggjársaftan
•    Føroya Arbeiðarafelag
•    Havnar Arbeiðarafelag
•    Havnar Arbeiðskvinnufelag
•    Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
•    Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
•    Føroya Handverkarafelag
•    Landsfelag Handverkaranna
•    Atlantic Workers Union
•    YTF
•    Finansforbundet
•    Starvsfelagið (Posta og Føroya Tele)
•    Grafiska Yrkisfelagið
•    Føroysk Miðlafólk
•    Maskinmeistarar á landi

Nýggjársdagur
Nýggjársdagur er heilur frídagur ásettur við lóg. Arbeiði henda dagin verður lønt sum yvirtíð sambært sáttmálanum.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios