Frídagar um Ólavsøkuna

22. juli. 2011 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Ólavsøkuaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

·         Havnar Arbeiðsmannafelag
·         Havnar Arbeiðskvinnufelag
·         S&K
·         Atlantic Workers Union (Flogmekanikarar)
·         Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)
Heilur frídagur hjá hesum feløgum:
·         YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·         SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroya)
·         Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
Hetta merkir, at arbeiði, sum verður gjørt hendan dagin, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn.
Ólavsøkudagur er heilur frídagur hjá hesum feløgum:
·         Havnar Arbeiðsmannafelag
·         Havnar Arbeiðskvinnufelag
·         S&K
·         Atlantic Workers Union (Flogmekanikarar)
·         Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)
·         YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·         SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroya)
·         Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
Hetta merkir, at arbeiði, sum verður gjørt hendan dagin, verður lønt við dupultari normalløn.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)