Páskir (1)

Frídagar um páskirnar

30. mars. 2026 | Tíðindi

Í sambandi við páskirnar eru fleiri lógar- og sáttmálaásettir frídagar

Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir lógarásettir frídagar.

Páskaaftan er hálvur frídagur hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Samverk.

Páskaaftan er heilur frídagur hjá Føroya Flogteknikarafelag, Starvsfelagnum (Føroya Tele og Posta) og Føroyskum Miðlafólkum.

Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir klokkan 12 páskaaftan hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

Sí yvirlit yvir lógar- og sáttmálaásettar frídagar her

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3