Fríggjadagin var kunningarfundur um broytingar í vinnufelagalógini

23. november. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin var kunnandi fundur í Vinnuhúsinum um broytingar í vinnufelagalógini og fylgibroytingar í aðrari lóggávu á økinum.

Eini 40 fólk vóru í Vinnuhúsinum fríggjadagin, tá Søren Pram Sørensen løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum kunnaði um ætlaðu broytingarnar í vinnufelagalógini og fylgibroytingar í aðari lóggávu.

Týdningarmestu broytingarnar í vinnufelagalógini ganga í stuttum út uppá, at kapitalkrøvini verða broytt soleiðis, at smápartafeløg framyvir kunnu stovnast við 50.000 kr í eginpeningi ístaðin fyri 80.000 kr, sum er galdandi í dag. Somuleiðis eru ásetingarnar broyttar í mun til, hvussu felagskapitalur skal inngjaldast.

Nýggjar ásetingar eru, sum loyva Íverksetarafeløgum. Hetta er feløg, sum kunnu stovnsetast við 1 kr. í partapeningi. Treytin til hesi feløg er tó, at tey á hvørjum ári skulu seta í minsta lagi 25% av yvirskotinum í bundnan tiltakspening fyri at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, til hesin er komin upp á minst 50.000 kr. Síðani skal felagið umskrásetast til eitt smápartafelag.
Nýggj áseting er eisini, at alt samskifti millum Skráseting Føroya og vinnufeløg, fevnd av lógini, skal fara fram talgilt. Hetta fyri, at tað skal verða møguligt, tá tøknin er tøk at seta hetta krav til fyritøkur.

Onnur broyting er, at máltal og politikkur skal gerast fyri undirumboðaða kyni. Nevndin hevur skyldu til at gera ein politikk um at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigi í kapitalfelagnum. Ásetingin fevnir um feløg, sum tvey ár á rað fara upp um tvey av hesum metingarstigum.

- Javnin 143 mió kr
- Nettoumseting 286 mió kr
- Starvsfólkatal 250 starvsfólk í miðal fulla tíð

Kapitalfeløg, sum seinasta roknskaparárið hava havt færri enn 50 starvsfólk, kunnu sleppa undan at gera ein slíkan politikk.
Somuleiðis eru broytingar í ásetingum ísv samanlegging, kloyving og umskapan av feløgum.

Afturat hesum verða fylgibroytingar gjørdar í vinnufyritøkulógini, har m.a. áseting verður um, at tað frá 1. juni 2016 ikki verður møguligt at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sambært hesi lóg. Í ársroknskaparlógini verða broytingar gjørdar ísv, at tað nú verður møguligt at stovna íverksetarafeløg og kapitalkrøv til hesi feløg. Somuleiðis er nýggj áseting í roknskaparlógini um frágreiðing um samfelagsábyrgd. Hetta er galdandi fyri fyritøkur í roknskaparflokki C og sipað verður til fyritøkur, sum tvey ár á rað fara upp um tvey av trimum støddarmørkum fyri miðalstórar fyritøkur.

- Javnin 143 mió kr
- Nettoumseting 286 mió kr
- Starvsfólkatal 250 starvsfólk í miðal fulla tíð

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    03. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Skills Føroyar sett á stovn

    Skills Føroyar er stovnað fyri at seta sjóneykuna á yrkisførleikar, skipa fyri FM fyri lærlingar og opna dyrnar til altjóða kappingar

    03. mars. 2026
    Skills Føroyar
  3. Fultteknað til Aliráðstevnuna 2026

    Aliráðstevnan 2026, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 6. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum

    03. mars. 2026
    G1A4264