Frítíð2026
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

04. mai. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Burðardygd

Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

Frítíðarárið 2025-2026 endaði 1. mai 2026, og nýggja frítíðarárið er nú byrjað. Tað merkir, at arbeiðsplássini eiga at hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu frítíð verður løgd til rættis – serliga nú summarfrítíðin nærkast.

Sambært lógini um frítíð skal arbeiðsgevarin leggja frítíðina til rættis í samráð við starvsfólkið. Arbeiðsgevarin avgerð tó endaliga, nær frítíðin skal haldast.

Tað hevur týdning, at starvsfólk fáa boð um frítíðina við rímiligari freist. Sum útgangsstøði verður eitt tíðarskeið, sum er styttri enn ein mánaður, vanliga ikki mett sum nóg long freist.

Starvsfólk hava sambært lógini um frítíð rætt til 30 dagar frí, har leygardagurin er taldur við. Tað svarar til fimm vikur um árið. Frítíðin skal haldast í frítíðarárinum, sum er frá 2. mai til 1. mai árið eftir.

Høvuðsfrítíðin skal sum útgangsstøði gevast samanhangandi í tíðarskeiðnum frá 2. mai til 30. september. Restin av frítíðini skal haldast í seinasta lagi 1. mai.

Arbeiðsgevarar eiga tí longu nú at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina, so bæði virksemið á arbeiðsplássinum og ynskini hjá starvsfólkunum kunnu fáast at ganga upp.

Gev gætur, at kollektivir sáttmálar kunnu hava aðrar ásetingar um frítíð. 

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu finna fleiri upplýsingar um frítíð og rættindi á limasíðunum hjá Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3