FT Game Jam 2013 í Klingruni hjá Føroya Tele

28. januar. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyrsta og annan februar skipar Íverksetarahúsið fyri Game Jam í Klingruni hjá Føroya Tele

Game Jam er eitt kent altjóða initiativ, sum ongantíð fyrr er fyriskipað í Føroyum. Við inpsiratión frá  Global Game Jam og Nordic Game Jam initiativunum fer Íverksetarahúsið, í samstarvi við Føroya Tele, undir tað fyrsta Game Jam í Føroyum. Tað verður í Klingruni hjá Føroya Tele 1. og 2. februar.

Hugskotið handan FT Game Jam 2013 er at savna áhugaði og serfrøðingar innan telduspøl, og saman skapa grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna.

Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at fyrri dagurin kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um spæl og útvikling, meðan næsti dagurin verður framleiðsla av tveimum prototypum.

Fyrri dagurin er fyri øll við áhuga fyri gaming.

Seinna dagin er aldursmark á 16 ár sett á. Luttøka til seinna dagin krevur tilmelding, sum verður møgulig fyrra dagin

Skrá fríggjadagin 1. februar, kl 15:00 (fyri almenningin):

Søguskriving - Oddfríur Marner Rasmussen

Gamedesign - Eyðstein Lutzen

Concept - Kim Brockie

3D/2D - Hans Kristian Hansen

Sound Design - Mikael Blak, Heri Schwartz

Forritan - Julius Biskopstø

Testing, publishing - Ólavur Ellefsen

Skrá leygardagin 2. februar, kl. 09:00 (tekning krevst):

Luttakararnir fara í tveir bólkar við hvør sínum framleiðsluleiðara.

Út frá vitanini frá fyrra degnum, og einum avmarkaðum og avbjóðandi temaði, skulu tey framleiða tvær prototypur uppá telduspøl, ið seinni verða framløgd á eini móttøku fyri áhugaðum.

Fyri nærri upplýsingar vitja Facebook síðuna: www.facebook.com/ftgamejam2013

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)