Billede
Havbúnaðarfelagið

Fultteknað til Aliráðstevnuna 2025

24. februar. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan 2025, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 28. februar, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum.

Omanfyri 400 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna í ár, og latið er tí aftur fyri fleiri tilmeldingum - Til ber at seta seg á bíðilista við at skriva til industry@industry.fo. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar Aliráðstevnuna, har fólk í havbúnaðinum, undirveitarar, almennir myndugleikar og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði hittast at fáa nýggja vitan, íblástur og netverka.

Endaliga skráin sæst her. 

Gevið gætur! Vit skulu gera vart við, at framløgurnar á Aliráðstevnuni 2025 ikki verða simultantulkaðar til enskt mál.

Annað á breddanum

  1. Viðmerking til løgmansrøðuna

    Vinnuhúsið metir um fyrstu løgmansrøðuna hjá Beini Johannesen. Vit taka fram trý jalig átøk, trý neilig og trý, sum vanta

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Beinir
  2. Vinnuhúsið er við í Ítrótta- og rørsluvikuni – eru tit?

    Vinnuhúsið verður við í Ítrótta- og rørsluvikuni 14.–18. september og heitir á onnur arbeiðspláss um at vera við

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Ítrótta Og Røsluvika
  3. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768