G1A4264
Havbúnaðarfelagið

Fultteknað til Aliráðstevnuna 2026

03. mars. 2026 | Tíðindi

Aliráðstevnan 2026, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 6. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum

Omanfyri 400 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna í ár, og latið er tí aftur fyri fleiri tilmeldingum. Til ber at seta seg á bíðilista við at skriva til industry@industry.fo.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar Aliráðstevnuna, har fólk í havbúnaðinum, undirveitarar, almennir myndugleikar og fólk við áhuga fyri føroyskum havbúnaði hittast at fáa nýggja vitan, íblástur og netverka.

Endaliga skráin sæst her

Gevið gætur! Vit skulu gera vart við, at framløgurnar á Aliráðstevnuni 2026 ikki verða simultantulkaðar til enskt mál.

Annað á breddanum

  1. Landsstýrismaðurin stuðlar Skills Føroyum

    Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, stuðlar arbeiðinum fyri, at lærlingar fáa betri altjóða møguleikar gjøgnum WorldSkills

    11. mai. 2026 | Handverk og ídnaður
    Skills 2
  2. KT-felagið umboðaði KT-vinnuna á Tonik

    Aftur í ár var KT-felagið á KT- og tøkniráðstevnuni Tonik, sum er størsta ráðstevna av sínum slag í Føroyum

    11. mai. 2026 | KT- og samskifti
    KT Felagid Tonik
  3. Bransjubarr hjá Sansum

    Nevndin í Samskifti bjóðar starvsfólkum í limafeløgunum til bransjubarr fríggjadagin 22. mai

    11. mai. 2026 | KT- og samskifti
    Bransjubarr Industry 1230X768