Fundur í Maritimt Forum

21. november. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri áhugaverdir fyrilestrar eru á skránni.

Síðan ráðstevnuna Shipping Føroyar 2008 hava umboð úr shippingvinnuni arbeitt við at stovna eitt maritimt forum, ið skal virka fyri at skapa vøkstur í vinnuni. Nú verður fyrsti fundur í hesum forum. Fundurin verður á Hotel Føroyum mikudagin 3. desember 2008 kl. 13.00.

Á fyrsta fundinum verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar á skránni. Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, leggur fyri, og eisini fer stjórin á Føroysku Altjóða Skipaskránni, Tommy Petersen, at leggja fram. Lars Bo Hansen, stjóri, fer at røða um, hvussu føroyska shippingvinnan kann taka seg fram í altjóðagjørda heiminum.

Luttøka á kunnandi fundinum er ókeypis, og til ber at melda til her.

Skráin fyri fundin 3. desember 2008 kl. 13.00 á Hotel Føroyum er hendan:

13:00
Vælkomin
13:05
Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum: ”Shipping og altjóða skipaskráseting sum vakstrarøki.”
13:20
Umboð fyri fyrireikararnar greiða frá stovnanini av Maritimum Forum
13:30
Seabrokers: ”Avbjóðingar og møguleikar hjá fiskiskipareiðarum í frálandavinnu.”
14:15
Tommy Petersen, stjóri á FAS: ”Strategi fyri Føroysku Altjóða Skipaskránna”
14:30
Steðgur
15:00
Lars Bo Hansen, ráðgevi og stjóri á Cococo: ”Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur í shippingvinnuni taka seg fram í einum altjóðagjørdum heimi.”
16:00
Liðugt

Annað á breddanum

  1. Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Fyritøkan verður heiðrað fyri góð úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    M6w7qdpm Untitled Panorama 2
  2. Ress Spa er Vinnuátakið 2026

    Átakið verður heiðrað fyri at hava skapt eina serstaka uppliving við føroysku náttúruni sum einum týðandi parti av hugskotinum

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Qdhlqlk Vinnudagurin 2026 CO Web 003
  3. Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

    Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

    15. september. 2026
    VD26 Industry Tidindi 1230X768