Fyrilestur: Hvussu fæst atgongd til útlendskar marknaðir 19. nov. 2012

29. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vilt tú røkka út í heim við tínum vørum og tænastum? Nú hevur tú møguleikan at fáa nøkur góð ráð um, hvussu tú fært atgongd til útlendskar marknaðir.

Mánadagin 19. november klokkan 10.00 til 12.00 skipa Vinnuframi og Danska Útflutiningsráðið fyri fyrilestri við heitinum ÚT OG SEL. Fyrilesturin verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia.
Fyrilesturin er ætlaður øllum fyritøkum og íverksetarum, sum arbeiða við at røkka út um landoddarnar við teirra virksemi. Fyrilestrarhaldari er Jesper Vibe Hansen, altjóða toymisleiðari hjá Danska Útflutningsráðnum.
Fyrilesturin er partur av samstarvi millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið, har endamálið er at styrkja møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at røkka enn longur út í heim.
Eftir, at fyrilesturin hevur verið, ber til at fáa eitt prát við Jesper Vibe Hansen á Vinnuframa, Hoyvíksvegi 51. Hann verður at hitta seinnapartin mánadagin 19. november og týsmorgunin 20. november. Tey, ið eru áhugað at hitta Jesper, kunnu boða Vinnuframa frá við at ringja á telefon 203300 ella senda teldupost til vinnuframi@vinnuframi.fo
Samstarv við møguleikum
Samstarvið millum Vinnuframa og Danska Útflutningsráðið gevur føroyskum fyritøkum atgongd til allar tær tænastur, sum Danska Útflutningsráðið bjóðar. Eitt nú ber til at fáa ágóðan av vinnufremjandi arbeiðinum hjá sendistovunum kring heimin.
Bæði fyrilesturin og samrøðurnar eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
Tað er ikki neyðugt at tekna seg til fyrilesturin, men um onkur ætlar at fáa eitt prát við Jesper Vibe Hansen um útflutningsmøguleikarnar, so verða tey biðin um at boða Vinnuframa frá og avtala eina tíð.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)