Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)
Føroya Handverksmeistarafelag

Fyrilesturin um asbest nærkast

02. februar. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Nú eru bert fáir dagar eftir, áðrenn almenni fyrilesturin um trygt arbeiði við asbest verður hildin á Hotel Hafnia

Hósdagin 5. februar kl. 15 verður skipað fyri almennum fyrilestri á Hotel Hafnia um útboðsfyrireiking og arbeiði við asbest. Fyrilesturin verður hildin av Rikke Juel Lyng, seniorkonsulenti á Teknologisk Institut.

Rikke fer at varpa ljós á týdningarmikil viðurskifti í sambandi við fyrireiking av útboðum og trygga handfaring av asbesti í byggivinnuni.

Tað eru Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Spor-Vit, sum skipa fyri fyrilestrinum.

Fyrilesturin vendir sær til byggivinnuna, ráðgevaravinnuna og byggiharrar og er ætlaður fakfólkum og øðrum áhugaðum, sum arbeiða við - ella koma í samband við - asbest í sambandi við byggi- og umvælingarverkætlanir.

Rikke Juel Lyng gleðir seg og vónar at síggja fleiri á fyrilestrinum.

Fyrilesturin er ókeypis, men neyðugt er at melda til á industry@industry.fo

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios