Fyritøkur í Føroyum kunnu nú brúka Vækstfonden

13. juli. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein broyting í lóggávuni um Vækstfonden ger at nú ber til at føroyskar fyritøkur kunnu fáa atgongd til fígging frá grunninum, um endamálið við fíggingini er vøkstur og víðarimenning av fyritøkuni.

Broytingin í lóggávunu um Vækstfonden geva smáum og miðalstórum fyritøkum í Føroyum møguleikan at søkja um fígging frá grunninum, um tær ætla at víðka virksemið.

Hetta kann m.a. vera:

  • fígging til keyp av fyritøku ella uppkeyp av aðrari fyritøku. Í hesum førinum ber til at fáa ískoytisfígging frá Vækstfonden.
  • fígging til endurnýgging av fyritøkuni. Tað kann t.d. verða endurnýgging av einari framleiðslulinju, endurnýgging av maskinum ella nýggj goymsluhølir.
  • fígging til víðkan av virkseminum ella menning av søluni í fyritøkuni, fyri at møta vaksandi eftirspurningi.
  • fígging til at fara inn á heilt nýggjar marknaðir innlendis ella í útlandinum, herundir tillaging av framleiðsluni, størri goymslir ella kreditt til keyparar.
  • fígging til at økja um framleidni í fyritøkuni og at gera fyritøkuna meiri umhvørvisvinarliga.
  • nýliga stovnaðar fyritøkur, sum kunnu hava avbjóðingar við at fáa bankafígging, kunnu fáa byrjunarfígging við tí endamálið at fáa gongd á søluna.

Vækstfonden bjóðar fýra ymiskar fíggingarhættir:

  1. Vakstrartrygd fyri lán ella rakstrarkreditt
  2. Vakstrarlán
  3. Ábyrgdarlán
  4. Framtaksfígging

Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá Vækstfonden.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737