Mynd KVBF

Fyritøkur sleppa undan kringsvarpsgjaldi í okkara grannalondum

04. desember. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi

Tað vísir Vinnuhúsið á í sínum hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum í kringvarpslógini.

Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Síðani hesi lond fyri nøkrum árum síðani umskipaðu kringsvarpsgjaldið til at verða fíggjað umvegis skattin, hava fyritøkur ikki rindað kringvarpsgjald. Í Íslandi rinda fyritøkurnar eitt munandi minni gjald, enn fyritøkurnar í Føroyum gera. Tær rinda umleið 1000 krónur um árið.

Gjald eftir lønarútreiðslum
Síðani 2015 hevur tað verið álagt fyritøkum í Føroyum at rinda kringvarpsgjald. Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Gjaldið er ásett eftir, hvørjar samlaðu lønarútreiðslurnar eru. Til dømis hava fleiri smærri fyritøkur lønarútgjaldingar millum 1 og 3 milliónir krónur. Tær skulu rinda 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Aðrar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum dótturfeløgum. Fyri hesar fyritøkur er kringvarpsgjaldið fleirfalt.

Yvir átta milliónir
Sambært einari uppgerð frá TAKS, so rinda 1.523 føroysk virkir kringvarpsgjald. Samlaða upphæddin er 8.136.500 krónur.

TAKS upplýsir eisini, at:

  • 143 virkir rinda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi
  • 44 virkir rinda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi
  • 168 virkir rinda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi
  • 390 virkir rinda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi
  • 263 virkir rinda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi
  • 515 virkir rinda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi

Ein bati
Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum leggja upp til at lækka kringvarpsgjaldið fyri tær smæstu fyritøkurnar. Ítøkiliga er ætlanin, at tær fyritøkurnar, ið hava undir eina millión krónur í lønarútreiðslum um árið, fáa ein lætta á 500 krónur um árið. Hetta er ein bati.

Annað á breddanum

  1. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2026

    Tveir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2026 í kvøld. Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    06. november. 2026 | Ferðavinna
    Ferða1
  2. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  3. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða