Hotel Bygging
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fyritøkur stríðast við ótolandi bíðitíðina

10. september. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyritøkur hava mist tolið við Útlendingastovuni, nú viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum er vorðin alt ov long. Tær siga, at tað rakar bæði tænastustøðið og starvsfólkini

Tá ið føroyskir myndugleikar yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum í september í fjør, væntaðu nógv, at umsitingin fór at gerast skjótari og greiðari. Men royndirnar vísa nakað heilt annað.

Fyritøkur – eitt nú hotell og byggifyritøkur – rópa varskó, tí tær uppliva, at viðgerðartíðin er vorðin alt ov long, og at langar bíðitíðir gera tað torført at reka vinnu. Tvær av hesum fyritøkum eru HotelDjurhuus og byggifyritøkan West-Trading.

Ótrygt og óetiskt
Jenny A. í Heiðunum, stjóri á Hotel Djurhuus, var ein av teimum, sum fegnaðist, tá ið málsøkið kom á føroyskar hendur. Men í dag hava tey stórar avbjóðingar við ótolandi bíðitíðini.

“Hetta hevur verið ein forðing heldur enn ein fyrimunur frá fyrsta degi,” sigur Jenny A. í Heiðunum. Hon greiðir frá, at hóast hotellið er partur av Fast Track-skipanini, sum skuldi tryggja avgreiðslu innan 30 dagar, tók tað heilar 12 vikur at fáa eitt arbeiðsloyvi góðkent.

“Hetta hevði við sær, at vit manglaðu starvsfólk í hálvan annan mánað, umframt eykaútreiðslur til ferðing og aðrar loysnir, tí vit høvdu lagt arbeiðið til rættis eftir væntaðu góðkenningartíðini upp á 30 dagar.”

Jenny leggur afturat, at trupulleikin ikki bara rakar raksturin, men eisini starvsfólkini sjálvi.

“Starvsfólk hava staðið uttan váttan í 4–5 mánaðir, og tað hevur havt við sær, at tey ikki kundu fara heim í feriu ella søkja um innfararloyvi at koma aftur. Tað ger arbeiðsdagin ótryggan og er óetiskt, tí tey verða sett í eina støðu, har stór óvissa alla tíðina valdar.”

Neiligar avleiðingar
Byggifyritøkan West-Trading hevur somuleiðis ótolandi royndir við trupulleikanum. Stjórin, Alis Vestureið, staðfestir, at óvissan ger arbeiðsdagin tyngri bæði fyri starvsfólkini og fyritøkuna.

“Tað ger alt ótrygt og viðførir stress hjá arbeiðstakarum í gerandisdegnum – til dømis við bankaviðurskiftum og loyvum at fara heim í feriu. Samstundis verða vit sum fyritøka avmarkað í tænastustøðinum yvir fyri kundunum.”

Hon sigur víðari, at trupulleikin við at leingja arbeiðsloyvini rakar raksturin beinleiðis.

“Vit hava fingið at vita, at nýggjar umsóknir hava hægri raðfesting enn leingjanir. Tað merkir, at okkara starvsfólk hava bíðað heilt upp í eitt ár eftir svari, uttan at nakað er komið burturúr. Hetta ger, at vit noyðast at koyra við niðursettari arbeiðsmegi hvønn dag, og tað rakar umsetningin beinleiðis.”

Kann málsøkið verða verandi føroyskt?
Báðir stjórarnir undirstrika, at tørvur er á skjótari og greiðari mannagongdum. Tær dylja heldur ikki fyri, at tær halda, at tað hevði verið skilagott at flutt ein part – um ikki alt – av málsøkinum aftur til Danmarkar, har samskiftið var greiðari og svartíðin styttri.

Jenny A. í Heiðunum heldur, at endurnýggjan av sáttmálum eigur at verða raðfest, serliga tá ið fyritøkur longu eru góðkendar í skipanini, og arbeiðið er tað sama sum áður.

“Slíkar umsóknir eiga at verða avgreiddar uttan óneyðugt hóvasták innan 14 dagar,” sigur hon.

Alis Vestureið spyr, um hetta veruliga er tann skipanin, vit vilja bjóða føroyskum fyritøkum í dag. Hon staðfestir, at skipanin als ikki er góð nokk.

“Neyðug tiltøk mugu setast í verk beinanvegin,”  sigur hon.

Tað er greitt, at um ikki munandi broytingar verða gjørdar, verður torført hjá føroyskum fyritøkum at varðveita bæði tænastustøði og kappingarføri.

Les eisini “Umsóknir um arbeiðsloyvi bíða alt ov leingi”.

 

Annað á breddanum

  1. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2025

    Tríggir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2025 í kvøld. Fríðun Jacobsen, við Tjarnir og Poul Andrias Ziska fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    07. november. 2025 | Ferðavinna
    Ferðavinnustevnan Heiðrar 2025
  2. Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

    Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

    03. november. 2025
    Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist
  3. Tíðin er búgvin til at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv

    Havbúnaðarfelagið heitir á myndugleikarnar um at vísa álit á fakligu vinnuna og loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv – undir skipaðum eftirliti og greiðum reglum

    03. november. 2025
    Hiddenfjord Polarfilms