Fyrsta skeiðið í nýggju bygningskunngerðini BK17

28. august. 2017 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa fyri fyrsta av trimum skeiðum í nýggju byggireglunum, sum taka støði í nýggju bygningskunngerðini, nevnd BK17.

Fyrsta skeiðið verður á Hotel Hafnia mikudagin og hósdagin 30. og 31. august. Freistin at tekna seg er mánadagin 28. august kl. 12.00.

Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið ynskja, í samstarvi við Landsverk, at virka fyri, at byggivinnan er íklødd at umsita og handfara nýggju byggireglugerðina BK17, og bjóða í felag út skeið í nýggju byggireglunum. Talan verður um trý ymisk skeið, ið taka støði í BK17, og sum verða hildin seinna hálvár 2017.

Sum ein liður í at førleikamenna vinnuna, endar hvør dagur við einari roynd, ið – um royndin verður staðin – gevur eitt próvbræv. Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið arbeiða fram ímóti, at byggiharrar og byggimyndugleikar í ávísum førum kunnu krevja, at tilfarið, sum verður latið inn við byggiumsóknini, er gjørt av fólki, sum hava próvbræv fyri at hava staðið roynd í BK17.

Ragnar Mouritsen frá Sp/f RAM og Søren Aggerholm frá SBI – Statens Byggeforskningsinstitut standa fyri fyrsta skeiðinum.

Skeiðið, sum verður hildið yvir tveir dagar, tekur støði í kapittul 7 í BK17, ið er ”Orka”. Fyrri dagurin verður um orku sum heild við atliti at BK17, meðan seinni dagurin snýr seg um útrokningar av orkukørmunum í forritinum BE15.

Skráin fyri skeiðið er hendan:

Dagur 1
08.15 Morgunmatur
08.30 Gjøgnumgongd av BK17 sum heild

10.00 Steðgur

10.15 Gjøgnumgongd av BK17 í mun til orku, kap. 7

12.00 Døgurðasteðgur

13.00 Broytt nýtsla og afturatbyggingar

14.15 Steðgur

14.30 Rentabilitetur

Blowerdoor-test

Orkurammu útrokning, Be15

15.30  Spurningar, kjak og eftirmeting

16.00  Liðugt

Dagur 2  

09.00–16.00 Orkurammu útrokning við forritinum Be15. Luttakarir hava hvør sína teldu við.

Tað er ikki krav at tekna seg til báðar dagarnar, og sostatt møguligt bert at luttaka annan dagin. Kostnaðurin er 3.500 krónur fyri hvønn dagin, men um ein teknar seg til báðar dagarnar, er prísurin 6.000 krónur. Um ein ynskir at fara upp í roynd, kostar hvør roynd 1.000 kr, men um ein tekur báðar royndir, er prísurin 1.500 kr.

Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tlf. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”orkuskeið”.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737