Fyrsti hjálparpakkin samtyktur

19. mars. 2020 | Áskoðan

Føroya arbeiðsgevarafelag fegnast um, at allir politikarar í semju samtyktu fyrsta hjálparpakkan til Føroya fólk í gjár.

Tað er tá tað gongur ímóti, at tað krevur, at vit standa saman, og hevur Løgtingið gingið undan og víst, hvussu tað kann gerast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at eitt samt Løgting stóð saman um hjálparpakkan og somuleiðis greitt gav okkum boð um, at hetta ikki verður seinastu ferð, at Løgtingið tekur stig, um tað vísir seg at verða neyðugt.

Lat okkum nú síggja, hvussu fyrsta stigið roynist. Øll vóna vit, at tað ikki verður neyðugt við fleiri hjálparpakkum, og at átøkini fyri at minka um spjaðing av smittu, hava ætlaðu ávirkanina. Ábendingarnar vit fáa frá serfrøðini siga okkum tó, at vit skulu rokna við, at tað tekur nakrar mánaðir, áðrenn støðan batnar í so máta.

Fyrsti hjálparpakkin rakar heldur breiðari enn hjálparpakkarnar, vit hava sæð í grannalondunum. Skipanin, sum er løgd til ALS at umsita og taka fíggjarliga ábyrgd av, er meira víðfevnd enn skipanir, sum eru verksettar í øðrum londum. Fleiri starvsfólkabólkar eru umfataðir, og tískil hava vit megnað at lagt trygdarnet undir allar føroyskar løntakarar.

Eisini í mun til løn undir sjúku, eru tað fleiri starvsfólkabólkar, sum fáa ágóðan av átøkunum. Starvsfólk í privatu vinnuni eru nú tryggjað eitt útgjald í sambandi við kravd og tilmæld sóttarhald í s.v. Covid-19.

Eisini sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í smærri fyritøkum, sum hava sæð inntøkugrundarlagið svinna burtur í einki kunnu vera umfatað av heimsendingarskipanini undir ALS og sjúkradagpeningaskipanini. Sjálvstøðug vinnurekandi verða fevnd frá fyrsta degi, um  tey tekna sjálvbodnar tryggingar.

Sostatt hava landsins myndugleikar í fyrstu syftu gjørt tað, sum er neyðugt fyri at lofta nakrar av teimum mest týðandi avleiðingunum av Covid-19 tiltøkunum í Føroyum og kring heimin. Hóast hetta neyvan eru tey seinastu átøkini, sum verða sett í verk, eiga vit at fegnast um, at ein samlað politisk skipan hevur víst handlikraft. Tað gevur okkum eisini betri vónir til framtíðina.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4