Árni (1)
Ráðgevarafelagið

Fyrstu 15 árini hava verið innhaldsrík hjá Ráðgevarafelagnum

13. november. 2023 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Skúladepilin í Marknagili var orsøkin til, at Ráðgevarafelagið varð sett á stovn fyri 15 árum síðani. Vinnan hevur ment seg nógv og tikið við teimum avbjóðingum, sum hava víst seg, heldur Árni Jakobsen, formaður í Ráðgevarafelagnum

Vinnuhúsið fer nú undir táttin vinnuprát. Hesaferð tosa við vit við Árna Jakobsen, formann í Ráðgevarafelagnum. Ráðgevarafelagið hevur júst hátíðarhildið sín 15 ára stovningardag.

VINNUHÚSIÐ: Hví varð felagið stovnað í sínari tíð?
ÁRNI JAKOBSEN: Hetta komst av, at  Mentamálaráðið við Landsverki bjóðaði skúladepilin í Marknagili út í útlendskum miðlum við treytum,  sum høvdu við sær, at føroyskir ráðgevarar vórðu útihýstir.

Vit kundu lesa í útlendskum miðlum, at tað varð lýst eftir áhugaðum ráðgevum til eina stóra byggiætlan í Havn.  Fyri at sleppa upp í part, skulu áhugaðu arkitektarnir og verkfrøðingarnir hava staðið fyri líknandi stórum skúlabyggiverkætlanum fyrr. Tað hevði sjálvandi einki føroysk ráðgevaravirki gjørt. Tað vóru eisini onnur órímilig krøv, eitt nú at verkætlanarmálið skuldi vera skandinaviskt.

Hetta fekk okkum at taka okkum saman at stovna Ráðgevarafelagið.

Tá ið avtornaði fingu føroyskir ráðgevar ein lut í at byggja Glasir.

VINNUHÚSIÐ: Hvussu vilt tú lýsa fyrstu 15 árini hjá Ráðgevarafelagnum? 
ÁRNI JAKOBSEN: Fyrstu 15 árini hava verið innhaldsrík. Eg haldi vit kunnu siga, at vinnan hevur ment seg nógv og tikið við teimum avbjóðingum, sum hava víst seg.  Til dømis eru tað føroyskir ráðgevarar, sum hava projekterað flest allar størri útbyggingar, eitt nú farstøðir, skúlar, sjúkrahús, røktarheim, orkustøðir, grønar orkuloysnir, vindmyllulundir, tunlar, havnir, smoltstøðir og skjótt bæði Tjóðpallin og nýggja Kampus til Setrið.

Eg haldi, at tú kanst siga, at føroyskir ráðgevarir kunnu stórt sæð loysa allar hugsandi útbyggingar. Tað verður eisini arbeitt nógv við burðardyggari bygging.

VINNUHÚSIÐ: Hvussu hevur vinnan tað í løtuni?
ÁRNI JAKOBSEN: Eg haldi, at ráðgevaravinnan hevur tað gott. Seinastu nógvu árini hevur tað verið javnt nógv at gjørt, tað hevur eisini havt við sær, at nakrir ráðgevarar eru farnir at royna seg uttan fyri Føroyar.

Tað er ikki sjálvsagt, at vit kunnu hava fleiri enn 180 størv í ráðgevaravinnuni í Føroyum. Tað er helst eindømi í smátjóðum, sum vit kunnu samanbera okkum við.

Ráðgevarfelagið hevur eisini fingið sítt pláss í føroyska samfelagnum. Almennir myndugleikar spyrja okkum javnan sum felag um okkara hugsan um ymisk áleikandi mál.

VINNUHÚSIÐ: Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar hjá vinnuni í løtuni?
ÁRNI JAKOBSEN: Eg veit ikki, um tað er tann størsta avbjóðingin, men at fáa skikka fólk er altíð ein avbjóðing. Tíbetur velja nógvir føroyingar at venda nøsini heim aftur eftir loknan lestur uttanlands.

Ein avbjóðing, sum vit brúka nokk so nógva tíð upp á, er útbjóðingar og kappingar. Í ávísum førum høvdu vit viljað,  at byggiharrar, sum ætla sær at bjóða út, spurdu felagið, hvussu vit halda, at útbjóðingarnar kundu skipast. Tað eru framvegis kappingar,  sum eru skipaðar órímligt.

VINNUHÚSIÐ: Hvar er føroyska ráðgevaravinnan um 15 ár?
ÁRNI JAKOBSEN: Tað er torført at siga, tí fortreytirnar broytast alla tíðina. Tað er tí umráðandi at fylgja væl við, hvussu rákið er og vera til reiðar at dagføra seg javnt og samt. Ein avbjóðing, sum tað verður tosað um, er hvørja ávirkan vitlíki fer at hava á okkara vinnu. Ein spurningur, sum verður settur,  er,  um ávirkanin verður oyðandi ella fáa vit eitt amboð, sum styrkir okkara øki?

Annað á breddanum

  1. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  2. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816
  3. Framløgur og pallborðsorðaskifti um cruiseferðavinnu

    Hagtøl, royndir og kjak um, hvussu cruiseferðavinna kann skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív, eru á skránni, tá ið Sjóvinnufelagið skipar fyri almennum tiltaki 3. mars kl. 13 á Hotel Hilton

    23. februar. 2026
    Cruiseferðavinna 1