GDPR tiltak til handilsvinnuna

17. mai. 2021 | Tíðindi | Handilsvinna

Hósdagin í hesi vikuni skipar Handilsvinnufelagið fyri skraddara seymaðum GDPR-tiltaki, sum serliga vendir sær til smærru handlarnar í handilsvinnuni

Er GDPR ikki bert nakað fyri stórar handlar við stórari skrivstovuumsiting og dýrum KT-skipanum?

Eg havi bert ein lítlan handil, har vit eru nøkur fá fólk, sum loysa allar uppgávurnar í gerandisdegnum. Vit hava fult av gulum lepum við áminningum, nøvnum og telefonnumrum við kassan og á diskinum. Vit hava pakkar við navni og bústaði, sum skulu koyrast út til kundar, liggjandi frammi, og so hava vit eisini eina bók, har vit skriva navn og telefonnummur á kundum, sum læna vørur við heim.

Hevur GDPR-lóggávan so nakað at siga fyri mín handil?

Ja tað hevur hon, tí her hevur tú kanska longu brotið GDPR-lógina tríggjar ferðir.

Hvussu tá? Og hvat skal er gera, soleiðis at eg sleppi undan stórari bót fyri at bróta GDPR-lógina?

Hetta kanst tú fáa meira at vita um á heimleiðistiltaki, sum Handilsvinnufelagið skipar fyri í Vinnuhúsinum, hósdagin 20. mai kl. 14.

Her fer Jens Christian Olsen, stjóri í Eirin, at greiða nærri frá, hvørjar einfaldar mannagongdir tín handil kann seta í verk fyri at halda ásetingarnar í GDPR-lóggávuni.

Handilsvinnufelagið hevur í hesum sambandi latið gjørt ein faldara við einføldum tilmælum og mannagongdum, hvat vanligir handlar eiga at gera fyri at halda GDPR-lóggávuna.

Limir í Handilsvinnufelagnum fáa faldaran á heimleiðistiltakinum ella við at venda sær til Vinnuhúsið, eftir at heimleiðistiltakið hevur verið, tann 20. mai.

Annað á breddanum

  1. Tony Rasmussen í Vinnukikaranum

    Vinnukikarin er aftur – við Tony Rasmussen, nýggja stjóranum í Ársins Virki 2025, Poul Hansen. Hoyr um leiðslu, menning og framtíð

    20. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Vinnukikarin Perma
  2. MVG-hækkanin fer ikki at geva meirinntøku í landskassan

    Bilasølufelagið heldur fast við, at lógarbroytingin, sum hækkar MVG-avgjaldið á sølu av leigubilum, ikki fer at geva landskassanum ta væntaðu meirinntøkuna á 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið hevur mett fyri komandi ár.

    20. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Bil
  3. Kunningartiltak um útlendsk starvsfólk

    Hvat skalt tú sum arbeiðsgevari vita, tá ið tú hevur útlendsk starvsfólk í starvi? Kom á kunningartiltak í Vinnuhúsinum 23. oktober

    17. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    2148902523