4
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

30. juni. 2026 | Tíðindi | Shipping

Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

Greiði boðskapurin frá fundunum var, at altjóða shipping er í einum tíðarskeiði við stórum geopolitiskum broytingum, vaksandi trygdaravbjóðingum og umfatandi grønari umlegging. Samstundis er shipping framvegis ein hornasteinur undir heimsbúskapinum, har umleið 80 prosent av heimshandlinum verður fluttur sjóvegis.

Sum oyggjasamfelag eru Føroyar bundnar av inn- og útflutningi, og okkara vælferð er treytað av tryggum, opnum og vælvirkandi altjóða sjóleiðum. Hendingar í Reyðahavinum, kríggið í Ukraina, handilsspennningar og broytt geopolitisk viðurskifti hava longu havt avleiðingar fyri altjóða logistikk, kostnaðarstøði og veitingartrygd.

Føroyski búskapurin er treytaður av, at skipaferðslan virkar. Tað snýr seg ikki bara um okkara egnu skip, men um allan altjóða handilin. Tí hevur tað stóran týdning, at føroyska shippingvinnan er við, tá altjóða karmar og regluverk verða orðað, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og nevndarlimur í International Chamber of Shipping.

Geopolitikkur størsta avbjóðingin
Á ráðstevnuni legði ICS eisini fram nýggju frágreiðingina ICS Maritime Barometer Report 2025-2026, sum byggir á svar frá shippingvinnuni kring allan heim.

Frágreiðingin vísir, at geopolitisk óvissa nú verður mett sum størsta avbjóðingin hjá altjóða shippingvinnuni. Samstundis peikar vinnan á, at regluverkið gerst alsamt meira komplekst, at grøna orkuskiftið krevur stórar íløgur og tøkniliga menning, og at óvissan um framtíðar brennievni framvegis er stór.

Harumframt vísa úrslitini, at arbeiðsmegi, útbúgving, cybertrygd og digitalisering verða mettar sum øki, ið fara at fáa vaksandi týdning komandi árini.

Vit síggja eina shippingvinnu, sum bæði skal handfara geopolitiskar kreppur og samstundis gjøgnumføra størstu grønu umleggingina í søguni. Tað krevur altjóða samstarv, greiðar karmar og realistiska regulering. Føroyar eiga eisini at vera ein virkin partur av hesum arbeiðinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Breitt altjóða samstarv er avgerandi
Ein afturvendandi niðurstøða á fundunum var, at tætt samstarv millum stjórnir, myndugleikar, IMO og shippingvinnuna verður avgerandi fyri at tryggja bæði veitingartrygd, kappingarføri og eina realistiska grøna umlegging.

Nýggjur formaður í ICS
Á aðalfundinum varð John Denholm valdur sum nýggjur formaður í International Chamber of Shipping eftir Emanuele Grimaldi, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini.

ICS er størsti altjóða felagsskapurin fyri reiðarafeløg og umboðar meira enn 80 prosent av heimsins handilsflota. Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur verið limur í ICS síðan 2014.

Annað á breddanum

  1. LEGO á Vinnudegnum 2026 – limir kunnu nú melda til

    Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 er nú latin upp fyri limum. Á skránni eru millum annað tveir leiðarar úr LEGO Group

    18. august. 2026 | Almenn tíðindi
    3
  2. Ymiskar mentanir og eitt arbeiðspláss

    Hvussu kann mentanarmunur ávirka samskifti, samstarv og trivnað, og hvussu kunnu arbeiðspláss arbeiða við hesum á ein gagnligan hátt?

    18. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Fía Og Jona Altjóðahúsið Page 0001
  3. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1