GLS-ráðstevna í Føroyum

22. august. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

21. og 22. oktober verður GLS-ráðstevna (Global Leadership Summit) í Norðurlandahúsinum.

Føroyska GLS-nevndin hevur nú valt, hvørjir fyrilestrar vera vístir í Føroyum. Talan er um nógvar spennandi og áhugaverdar vinnulívsleiðarar, leiðarar í kirkjum og samkomum, rithøvundar og persónar, sum hava gjørt stórt hjálpararbeiði millum fátøk og neyðstødd, ið fara at geva íblástur til føroyingar.
11. og 12. august var GLS-ráðstevnan hildin í Chicago í USA. Millum teir umleið 7.500 luttakararnar vóru eisini tríggir av limunum í GLS-nevndini í Føroyum. Teir tríggir eru Rúni Rasmussen, Frants Jensen og Kristian Østergaard.

Sí annars meir um ráðstevnuna á www.gls.fo.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)