Gott at fríhandil er avtalaður við Bretland

04. februar. 2019 | Tíðindi | Samhandil

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um fríhandilsavtalu við Bretland.

Bretland er ein av teimum týdningarmiklu marknaðunum hjá føroyskari útflutningsvinnu og innflutningurin úr Bretlandi hevur eisini verið vaksandi seinastu árini. Fríhandilsavtalan, sum er gjørd við Bretland líkist fríhandilsavtaluni við ES við teimum avmarkingum, sum er í hesari. Tað merkir sostatt eisini, at tær avmarkingar, sum Føroyar hava í handilsavtaluni við ES eisini eru at síggja í avtaluni við Bretland, eitt nú viðvíkjandi tollfríu kvotunum. Tíverri eru tollfríu kvoturnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands samsvarandi minni í nýggju handilsavtaluni.

Hetta kundi Føroya Arbeiðsgevarafelag sjálvandi ynskt ikki var so, tí tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, at tað er fríhandil á so nógvum vørum sum gjørligt. Hinvegin skilir Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini væl, at støðan nú so stutt uppundir Brexit er óvanlig, og at stundir ikki hava verið hjá bretsku stjórini at forhandla handilsavtalurnar av nýggjum. Føroya Arbeiðsgevarafelag væntar tó, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland, og vónandi verða onkrar av teimum forðingum, sum eru “arvaðar” frá fríhandilsavtaluni við ES tá loystar. Eitt nú er upplagt, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland hyggur upp á tollfríu kvoturnar og aðrar viðkomandi handilsforðingar, sum forðar fyri samhandli millum londini.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737