250919 Vinnudagurin CO Web 70
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Gott val, øll somul

24. mars. 2026 | Áskoðan

Vinnuhúsið takkar øllum valevnum fyri ein drúgvan og innihaldsríkan valdyst og ynskir øllum eitt gott val

Góðu valevni til løgtings- og fólkatingsvalið.

Ein langur valdystur nærkast endanum. Tit hava øll brúkt nógva orku upp á at greiða fólki frá, hvat tit sum valevni standa fyri, og hví fólk skulu velja tykkum. Og tit hava tosað við fólk og felagsskapir um tykkara og teirra hjartamál.

Hetta er fólkaræði, hetta er frælsi, og hetta er felagsskapur.

Almennir viðmerkjarar hava hildið, at valstríðið hevur verið ov tamt. Í Vinnuhúsinum eru vit ikki samd. Í valstríðnum hava stórar samfelagsavbjóðingar verið viðgjørdar, sum kunnu vera við til at avgera, um Føroyar verða tað staðið, sum fólk velja at liva og virka í, og um føroyski búskapurin framhaldandi kann vaksa og skapa spennandi størv.

Tað hevur verið motiverandi at síggja og hoyra, hvussu eldhugað valevnini hava verið at gera Føroyar til eitt uppaftur betri land at búgva í.

Í dag og hósdagin skal tað so vísa seg, hvørjir flokkar og hvørji valevni hava eydnast best at sannføra veljararnar um at geva teimum sína atkvøðu.

Av teimum 160 uppstillaðu til løgtingsvalið eru tað 33, sum verða beinleiðis vald. Og til fólkatingsvalið fáa bert 2 av teimum 52 uppstillaðu valevnunum møguleikan at umboða Føroyar á Fólkatingi.

Tey, sum verða vald, fáa eisini vald. Men øll hini, sum ikki verða vald, eru eisini ein partur av einum livandi fólkaræði. Takk til øll valevni fyri tykkara hugskot, tykkara áhuga og tykkara harða arbeiði í valstríðnum.

Gott val, øll somul!

Vinnuhúsið

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios