Graham Stewart á Vinnudegnum: “Vøkstur í ringum og góðum tíðum”

08. september. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyskur stjóri í altjóða fyritøku verður millum fyrilestrahaldararnar á Vinnudegnum.

Graham Stewart er stjóri í Faroe Petroleum. Faroe Petroleum vann í 2017 heiðurslønina sum “Ársins leitifelag” í Noregi - hetta hóast ringar tíðir í oljuvinnuni. Faroe Petroleum er eitt lítið felag, men við Graham á odda, hevur felagið megnað at fingið góð úrslit eisini undir ógvuliga avbjóðandi umstøðum.

Graham sigur soleiðis um fyrilesturin á Vinnudegnum:

“Fyritøkur fáa við- og mótvind gjøgnum árini, og langtíðarætlanir hava onga meining uttan so, at felagið yvirlivir. Tað ræður tó um at leggja væl til rættis, at vera málrættaður og ikki at ovbyrja roknskapin, um felagið skal hóra undan. Faroe Petroleum varð stovnað í 1998 og skrásett á børsinum í London í 2003. Síðani hevur felagið umskipað seg fleiri ferðir, og megnað at fingið lut í vakstrarmøguleikum í oljuídnaðinum í norðsjónum – og enn er mótvindur.”

Melda til Vinnudagin

Skrá - Vinnudagurin

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737