Grøna Orkuskifti Á Sjónum

Grøna orkuskifti á sjónum

03. mai. 2024 | Tiltak

Týsdagin 4. juni kl. 13.00 bjóða Reiðarafelagið fyri Handilsskip og DNV til eitt tiltak um grøna orkuskifti á sjónum.

Málið í nýggju ætlanini hjá International Maritime Organisation (IMO) er, at altjóða handilsflotin skal røkka einum netto null útláti í 2050 umframt at minka um útlátið við 40% í 2030. Hesi og onnur mál hava við sær, at reiðarí mugu arbeiða við nýggjum loysnum fyri at røkka málunum.

Tað er greitt, at neyðugt er við samstarvi í vinnuni fyri at finna neyðugar loysnir, um grøna orkuskiftið skal fremjast á sjónum. Allir aktørar mugu tískil arbeiða saman, um handilsflotin skal røkka málinum um netto null útlát í 2050.

Endamálið við tiltakinum er, at lýsa avbjóðingar, viðgera loysnir og samstørv og geva viðkomandi áhugapørtum møguleika at hittast og koma til orðnanna.

Skrá:

Kl. 13.00
Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, bjóðar vælkomin.

Jens Meinhard greiðir stutt frá um IMO krøvini, og um hvussu Smyril Line og Skansi arbeiða við at røkka hesum málum.

Kl. 13.20
Arnstein Eknes, Segment Director, Special Ships at DNV.

Arnstein Eknes greiðir frá, hvat er í væntu ísv. orkunýtslu og orkuskifti á sjónum. Hann hevur drúgvar royndir innan skipsteknologi og design og er ein avhildin fyrilestrahaldari.

Arnstein Eknes hevur arbeitt hjá DNV Maritime síðani 1993. Arbeiðið fevnir m.a. um at fylgja væl við menningini á marknaðinum og tøkniligum broytingum umborð á skipum. Hann hevur somuleiðis lagt dent á burðardygd og innovatión, men samskifti millum talgilda tøkni, menniskju og fyritøkur er hansara serkunnleiki.

Kl. 14.20
Spurningar úr salinum

Kl. 14.45        
Kaffi og prát

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737