02F67a37 38Fa 4845 Bd90 Afe58f096e58
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Grøna orkuskiftið á breddanum

18. mars. 2026 | Tíðindi | Burðardygd

Nú ber til at síggja upptøkurnar frá valfundinum, sum Varandi Vinna skipaði fyri um grøna orkuskiftið hósdagin 12. mars

Hósdagin 12. mars skipaði netverkið Varandi Vinna fyri almennum valfundi í Vinnuhúsinum, har valevni úr øllum politisku flokkunum luttóku í kjaki um, hvussu meira ferð kann setast á framleiðsluna av varandi orku í Føroyum.

Yvirskipaði spurningurin á fundinum var, hví tað gongur so seint at fremja grøna orkuskiftið, tá ið breið semja er um, at tað eigur at hava høga raðfesting.

Á fundinum varð dentur lagdur á, at grøna orkuskiftið gevur bæði fíggjarliga og umhvørvisliga meining. Samstundis er tað ein fortreyt fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu vera kappingarførar í framtíðini. Kortini tykist gongdin í dag at vera ov sein. Almenna útbyggingarætlanin heldur ikki, og samstundis fáa privat átøk ikki neyðugu loyvini at fara í gongd.

Í kjakinum varð víst á fleiri orsakir til støðuna. Millum annað varð nevnt, at samstarvið millum vinnuna, Sev og myndugleikarnar ikki er nøktandi. Eisini vórðu verandi orkukarmar og arbeiðsgongdir tiknar fram sum ein avbjóðing.

Víst varð á, at arbeiðsgongdirnar og ambitiónirnar ikki samsvara. Í dag kann tað taka í miðal 8 til 12 ár frá tí, at ein verkætlan verður sett í gongd, til ein vindmylla melur. Tí er neyðugt at arbeiða við fleiri sporum samstundis og at skapa greiðari og skjótari karmar um nýggjar verkætlanir.

Føroyar hava ikki óavmarkaða atgongd til øki, sum kunnu nýtast til orkuframleiðslu. Tí er umráðandi, at grøna orkuskiftið verður skipað bæði skilagott og effektivt, so mest møguligt fæst burtur úr hvørjari íløgu og hvørjum einstøkum staði.

Eisini varð víst á, at vinnan, sum stendur fyri meginpartinum av orkunýtsluni, má takast við upp á ráð, tá ið orkukarmar og útbyggingarætlanir verða lagdar. Talan er um stórar íløgur, og tí er neyðugt at virkja privatan kapital, um ferð skal fáast á menningina.

Áhugin fyri valfundinum var góður, og áhoyrarar høvdu eisini møguleika at seta spurningar til valevnini. Orðstýrari var Óluva Zachariasen.

Upptøkurnar frá valfundinum síggjast her:

 

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til á midnátt mánakvøldið 4. mai 2026.

    Samráðingarnar halda fram mánadagin

    30. apríl. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Seinasta freist at melda til vinnuferðina til Suðurkorea

    Í juni fáa føroyskar fyritøkur høvi at kanna nýggjar møguleikar á einum av týdningarmestu marknaðunum í Asia

    27. apríl. 2026 | Almenn tíðindi
    Seoul
  3. Føroyskt handverk vakti ans á donsku meistarakappingini

    Føroyskt handverk vakti stóran áhuga á DM í Skills, har Skills Føroyar vísti fram ein siðbundnan føroyskan grótgarð

    27. apríl. 2026 | Handverk og ídnaður
    Dmskills 4