Vera (1)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Gróska – har hugskot verða til veruleika

09. september. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Gróska í Reykjavík er miðdepil fyri nýskapan. Á Vinnudegnum 19. september greiðir stjórin, Vera Antonsdóttir, frá, hvussu hugskot gerast til fyritøkur og íløguætlanir

Hvussu kunnu nýggj hugskot gerast til ítøkiligar fyritøkur og íløguætlanir? Hetta er kjarnin í arbeiðinum hjá Grósku í Reykjavík – einum miðdepli, har útbúgving, gransking og vinnulív hittast.

Á Vinnudegnum fríggjadagin 19. september fer Vera Antonsdóttir, stjóri í Grósku, at greiða frá, hvussu íslendska vinnulívið samstarvar við útbúgvingarverkið og nýskapanarumhvørvið fyri at fáa hugskot at vaksa og gerast veruleiki.

Gróska byggir brýr millum startup-fyritøkur, altjóða fyritøkur og granskarar. Endamálið er at skapa eitt sterkt umhvørvi fyri nýskapan og vøkstur, og har nýggj tøkni, hugflog og vitan kunnu møtast og føra til burðardyggar loysnir.

Á Vinnudegnum fer Vera at vísa, hvussu Gróska arbeiðir heilt frá fyrstu hugskotunum, sum ofta eru grundað á ein einfaldan spurning ella eina nýggja tøkni, til ítøkiligar íløguætlanir og fyritøkur, sum eru til reiðar at fara út á altjóða marknaðin.

Les meira um Veru Antonsdóttir, Grósku og Vinnudagin her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios