Grundlógardagur

04. juni. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í morgin er grundlógardagur. Hetta er ein hálvur frídagur, sum ásettur við lóg.

Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hendan dagin eftir kl. 12 verður lønt við dupultari normalløn so leingi halgan er.

Tó hjá teimum, sum eru fevnd av sáttmálunum hjá Finans Forbundet, YTF fyri peningastovnar og tryggingarfeløg og YTF fyri Elektron, er hann heilur frídagur sambært sáttmála. Hetta merkir, at átrokandi arbeiði hjá hesum feløgum, ið verður gjørt hendan dagin verður lønt við dupultari normalløn so leingi halgan er.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737