Haldgóður vøkstur í Svøríki og í Týsklandi

18. apríl. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Týskland hevur næstan sjálvberandi vøkstur. Og í Svøríki er framgongdin rikin av innanlands eftirspurningi. Dansk Industri (DI) heldur, at Danmark kann læra nakað av sínum grannum, og tí verða eisini betri karmar fyri danskar fyritøkur eftirlýstir, soleiðis at danskar fyritøkur betur kunnu kappast við útlendsku kappingarneytarnar.

Í Týsklandi valdar algongt bjartskygni, og sjálvt traditionelt afturhaldandi týsku húsarhaldini eru byrjað at økja privatu nýtsluna. Arbeiðsloysi lækkar eisini, og tað skal síggjast í ljósinum av teimum arbeiðsmarknaðarnýskipanum, sum vórðu gjørdar av Schröder-stjórnini. Tað vóru nýskipanir, ið gjørdu týska arbeiðsmarknaðin munandi meiri liðiligan, við eitt nú at frítaka minni fyritøkur frá setanarlóggávuni og við at effektivisera arbeiðsávísingina og aktiveringina.
Asiatiskar vakstrarratur
Svøríki útmerkar seg við nærum at hava asiatiskar vakstrarratur. Og í andsøgn til næstan øll onnur lond í vesturheiminum, hevur Svøríki ikki nakrar nevniverdugar trupulleikar við almennu útreiðslunum.
Almenna nýtslan hevur verið undir strongum eftirliti, so tað hevur ikki verið stórvegis tørvur á at herða fíggjarpolitikkin eftir kreppuna.
Góðar fyrimyndir
DI heldur, at tey bæði londini, Týskland og Svøríki, eru góðar fyrimyndir hjá Danmark at hava, í og við at Danmark als ikki í sama mun er við í alheims vakstrarbylgjuni. DI eftirlýsir nú, at fólkatingspolitikarar vísa í verki, at tey ynskja at skapa vøkstur í privata geiranum. Tørvur er ikki á fleiri frágreiðingum og fleiri politiskum ætlanum, men tørvur er á politiskum dirvi til at taka avgerðirnar, sum skapa karmar fyri vøkstri í Danmark, sigur DI.
Kelda: DI.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)