Nevnd RFH
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Handilsflotin í vøkstri

14. apríl. 2026 | Tíðindi | Shipping

Føroyski handilsflotin hevur góðar møguleikar fyri framhaldandi vøkstri, men tað krevur, at karmarnir fylgja við menningini

Á aðalfundi fríggjadagin 10. apríl legði Reiðarafelagið fyri Handilsskip dent á, at føroyski handilsflotin er ein sterk og týdningarmikil vinna, sum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Virksemið veksur, nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera munandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv og framtíðar tørv.

Í ársfrágreiðingini vísti formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, á, at føroyski handilsflotin í dag er ein av størstu útflutningsvinnunum í Føroyum og hevur eitt gott grundarlag fyri framhaldandi menning.

“Vit kunnu vera errin av, at vit hava ein sterkan handilsflota, sum støðugt mennist. Nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera umfatandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv um grøna orkuskiftið og burðardyggan rakstur”, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann vísir samstundis á, at um vinnan skal fáa gagn av sínum møguleikum, er umráðandi, at karmarnir verða dagførdir. Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur fleiri ítøkilig tilmæli millum annað um marknaðaratgongd og karmar, sum kunnu styrkja kappingarførið.

Sambært felagnum eru hetta týdningarmiklar fortreytir fyri, at føroyski handilsflotin framhaldandi kann kappast á altjóða marknaðinum og skapa virði og arbeiðspláss.

Hóast altjóða reglur og marknaðarviðurskifti broytast skjótt, metir felagið, at vinnan hevur góðar vakstrarmøguleikar. Tí er neyðugt, at politisku karmarnir stuðla undir menningina.

Á aðalfundinum vórðu Álvur Højgaard, Hentzar Steingrímsson og Sjúrður Johansen afturvaldir sum nevndarlimir, meðan Steinar Eirikstoft varð valdur sum nýggjur nevndarlimur.

Í nevndini sita nú:

  • Jens Meinhard Rasmussen, formaður
  • Hentzar Steingrímsson, næstformaður
  • Gunnbjørn Joensen
  • Sjúrður Johansen
  • Álvur Højgaard
  • Jónas Sigmarsson
  • Steinar Eirikstoft

Les alla ársfrágreiðingina hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip her.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4