Handilsjavnaavlopið vaks í 2021

24. januar. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vøksturin í føroyska útflutningsvirðinum var eitt lítið vet hægri enn vøksturin í innflutninginum, tá ið 11 mánaðir vóru farnir av 2021 samanborið við somu mánaðir í 2020

Sambært Hagstovu Føroya var føroyska handilsjavnaavlopið við vørum, uttan skip og flogfør, 570 mió. kr., tá ið 11 mánaðir vóru farnir av 2021 samanborið við 450 mió. kr. somu tíð árið  fyri. Útflutnings­virðið vaks 1.120 mió. kr. samstundis sum innflutningurin vaks við 1.002 mió. kr.

Handilsjavnaúrslitið var sostatt 118 mió. kr. hægri, tá ið 11 mánaðirnar vóru farnir av 2021, samanborið við somu tíð í 2020.

Januar – november (mió. kr.)

2020

2021

Munur

í %

Útflutningur tilsamans

7608

8.728

1.120

14,7

Laksur

3.025

3.972

947

31,3

Uppsjóvarfiskur

1.641

1.535

-106

-6,5

-Svartkjaftur

131

137

7

5,3

-Sild

563

428

-135

-24,0

-Makrelur

947

970

23

2,4

Toskur hýsa og upsi

1.192

1.175

-17

-1,4

Síl rækjur og onnur fiskasløg

1.317

1.515

198

15,0

Aðrar vørur

433

531

98

22,7

Innflutningur tilsamans

7.157

8.159

1.002

14,0

Til hav- og landbúnað

494

579

85

17,2

Rávøra til fiskavirking

372

555

183

49,2

Tilfar til byggivinnuni

797

759

-38

-4,8

Tilfar til aðra framleiðslu

1.754

1.866

112

6,4

Maskinur og amboð

685

887

202

29,5

Brennievni

848

1.211

363

42,8

Akfør

514

502

-12

-2,3

Til beinleiðis nýtslu

1.693

1.800

107

6,3

Handilsjavni u/skip og flogfør

451

569

118

26,2

Kelda: Hagstova Føroya.

Á útflutningssíðuni var tað serliga útflutningsvirðið á laski, sum vaks nógv í 2021 samanborið við 2020. Útflutningsvirðið á uppsjóvarfiski minkaði. Her var tað serliga útflutningsvirðið á sild, sum minkaði nógv, meðan útflutningsvirðið á svartkjafti og laksi var eitt vet hægri í 2021 samanborið við 2020. Útflutningsvirðið á botnfiski, toski, hýsu og upsa, var eitt vet lægri í 2021 enn í 2020.

Á innflutningssíðuni er tað serliga innflutningsvirðið á rávøru til fiskavirking og brennievni, sum eru nógv vaksin í 2021 samanborið við 2020, men tað var eisini stórur vøkstur í innflutninginum av maskinum, amboðum og á innflutninginum til hav- og landbúnað. Í 2020 var metstórur vøkstur í innflutninginum til beinleiðis nýtslu, men hesin vøksturin hevur javnað seg aftur í 2021.

Innflutningurin av akførum minkaði. Innflutningsvirðið á byggitilfari minkaði eisini í 2021, hóast innflutningsprísirnir á byggitilfarið hækkaðu nógv í 2021.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4