Handilsvinnan hittir miðnámsskúlanæmingar

14. mars. 2022 | Tíðindi | Handilsvinna

Árliga tiltakið har fyritøkur í føroysku handilsvinnuni fáa høvið at hitta næmingar á Glasi og á Miðnámsskúlanum á Kambsdali verður í døgunum 30. og 31. mars

Ætlanin er, at vitjanirnar á Kambsdali og á Glasi verða lagdar til rættis soleiðis:

Mikudagin 30. mars, kl. 11.55 til 13.35, verður vitjað á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Hósdagin 31. mars, kl. 09.30 til 12.00, verður vitjað á Glasi.

Til staðar verða næmingarnir á FHS, næmingar á triðja ári á Búskaparbreytini, umframt næmingar á fyrireikingarbreytini (HF).


Á skránni verða nakrar styttri framløgur, og møguleiki verður, hjá næmingunum, at bíleggja samrøður við luttakandi fyritøkurnar.


Endamálið er at kunna og eggja tey ungu at taka yrkislærda vegin.

Tit kunnu sum fyritøka verða til staðar og á tann hátt fáa møguleika at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá tykkum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja handil sum yrki.

Um tykkara fyritøka ynskir at vera við til tiltøkini, so ber til at boða frá luttøku við at venda sær til Vinnuhúsið, industry@industry.fo Tilmeldingarfreistin er hósdagin 24. mars kl. 10.00.

Luttakandi fyritøkurnar verða kallaðar inn til fyrireikandi fund til vitjanirnar, eftir at tilmeldingarfreistin er farin.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737