Handilsvinnufelagið: Somu treytir

19. august. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyska handilsvinnan saknar kappingarførar treytir at virka undir og heitir staðiliga á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu.

Her er eitt valynski frá Handilsvinnufelagnum. Fleiri valynski kunnu lesast her

Handilsvinnufelagið hevur ta áskoðan, at talan er um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll.

Handilsvinnan hevur einki ímóti, at fólk keypa á netinum. Hetta er eitt altjóða rák, sum er komið fyri at verða. Handilsvinnan ynskir bert, at tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum.

Hóast búskaparligu framgongdina , so sæst eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni. Innflutningurin í vinnuni stendur stórt sæð í stað. Handilsvinnufelagið kundi hugsað sær at vita, júst hvussu nógvir pakkar við einum virði undir 300 kr. koma inn í landið, men hetta er ikki møguligt, tí hvørki Posta ella TAKS fremja slíka skráseting. Posta hevur tó víst á ein stóran vøkstur seinastu árini, so landskassin missir longu nú heilt fitt av inntøku av hesum mismuni í lógarverkinum. Sum gongdin er, verður missurin størri, sum árini líða.

Lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, geva ikki slíkan fyrimun til útlendskar fyritøkur, sum vit gera her í Føroyum. Har liggur markið fyri MVG-frítøku nógv lægri enn í Føroyum. Markið í Danmark fyri pakkar, sum koma úr londum uttanfyri ES er 80 kr.

Í hesum førinum er Ísland møguliga tað landið, sum er mest líkt Føroyum, og sum tískil hóskar seg best at samanbera seg við. Har er einki minsta mark. Øll rinda MVG og toll á øllum pakkum, sum koma inn í landið.

Handilsvinnufelagið hevur tað grundsjónarmið, at antin er MVG á eini vøru, ella er tað ikki. Munur eigur ikki at verða á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum.

Handilsvinnufelagið mælir tí til:

1) Avtøku av MVG-frítøkuni á smærri pakkum úr útlandinum
2) Avtøku av tollmarkinum á smærri pakkum úr útlandinum

Handilsvinnufelagið mælir staðilga til, at myndugleikarnir gera føroysku handlunum lív lagað og fáa broytt lógarinnar karmar føroyskari handilsvinnu og samfelagi at frama.

Vegna Handilsvinnufelagið

Tummas Hanus Dam, formaður
Tlf: 22 05 50

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737