Handverksvinnan hevur í hesum døgum sett serligt fokus á trygt arbeiði við asbest.
Í hesum sambandi hava Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og fyritøkan Spor-Vit skipað fyri fýra ymiskum tiltøkum, sum øll hava havt trygd, vitan og ábyrgd í sambandi við arbeiði við asbest í miðdeplinum.
Felags fyri øll tiltøkini var, at Rikke Juel Lyng, seniorkonsulent á Teknologisk Institut, hevði fyrilestur. Hon greiddi frá, hvussu arbeiði við asbest eigur at vera skipað trygt, bæði í sambandi við ítøkilig arbeiði og í sambandi við útboðsfyrireiking, krøv og ábyrgd.
Tiltøkini byrjaðu mikumorgunin 4. februar við einum lærlingatiltaki á Glasir, har fleiri fyrilestrar vóru hildnir um trygt arbeiði og arbeiðsumhvørvi. Irdi Neshamar frá IN Tilbúgving hevði fyrilestur um trygd á arbeiðsplássum og týdningin av eini sterkari trygdarmentan. Eisini greiddi Tummas Juul frá Arbeiðseftirlitið frá galdandi lóggávu á økinum og teimum krøvum, sum eru sett arbeiðsgevarum og starvsfólkum.
Á lærlingatiltakinum á Glasi hevði eisini Magni Djurhuus, formaður í Havnar Handverkarafelag, eitt upplegg um, hvørji rættindi lærlingar hava, tá ið talan er um vandamikið arbeiði, og hvørjar skyldur arbeiðsgevarar hava.
Sama kvøld varð skipað fyri Meistarakvøldi á Glasi. Kvøldið byrjaði við einum uppleggi frá Pál Weihe, lækna, sum greiddi frá teimum álvarsomu heilsuligu avleiðingunum, sum kunnu standast av at hava arbeitt við asbest. Hann legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er at fyribyrgja útsetan fyri asbest og at taka vandan í størsta álvara. Pál Weihe luttók eisini á báðum lærlingatiltøkunum.
Síðani hevði Rikke Juel Lyng eitt ítøkiligt og fakligt upplegg um trygt arbeiði við asbest, har dentur varð lagdur á arbeiðsgongdir, vernd, skráseting og ábyrgd hjá bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum.
Hósmorgunin varð næsta lærlingatiltakið hildið á Tekniski skúlin í Klaksvík. Eisini her vóru fyrilestrar um trygd á arbeiðsplássum, trygdarmentan, lóggávu og heilsulig viðurskifti, við luttøku av bæði Irdi Neshamar, Tummasi Juul, Pál Weihe og Rikke Juel Lyng. Seinnapartin sama dag varð skipað fyri almennum fyrilestri á Hotel Hafnia, har Rikke Juel Lyng hevði fyrilestur fyri einum breiðum áhoyraraskara av byggiharrum, ráðgevum og byggimeistarum.
Við hesum tiltøkum vilja fyriskipararnir undirstrika, at arbeiði við asbest krevur høga vitan, greiðar arbeiðsgongdir og eina sterka trygdarmentan. Endamálið er at tryggja, at bæði lærlingar, handverkarar og meistarar hava neyðugu vitanina og umstøðurnar til at arbeiða trygt og ábyrgdarfullt.