13Sep22 84A0650 1024X683

Hava tit nakra spennandi orkuverkætlan fyri framman?

28. august. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd | Samhandil

Umhvørvismálaráðið lýsir nú við at fyritøkur kunnu søkja um tilsamans 1,8 mió. kr. til verkætlanir, ið fremja grøna orkuskiftið.

Verkætlanirnar kunnu t.d. snúgva seg um hvussu fyritøkan leggur framleiðslu, flota ella annað virksemi um frá olju til aðra alternativa orku. Stuðulin kann bæði nýtast til at gera ymiskar kanningar ella til praktiskar royndir.

Verkætlanin skal gerast í samráð við Orku og/ella Jarðfeingi. Hvør fyritøka kann í mesta lagi fáa 50% av samlaða verkætlanarkostnaðinum úr stuðulsgrunninum.

Freistin at søkja er 1. oktobur 2023.

Fyri at fáa nærri kunning og vegleiðing ber til at seta seg í samband við Orku á Umhvørvisstovuni.

Sí tíðindaskrivið frá Umhvørvismálaráðnum her


Fyrsta føroyska el-rikna tvíkilja Grønarók er gott dømi um grøna orkuverkætlan. Verkætlanin fekk stuðul av Norðurlendska ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)