Skærmbillede 2024 06 24 095114

Havbúnaðarfelagið: Afturmeldingarnar eru sera góðar frá alaraútbúgviningini

24. juni. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Nýggja alaraútbúgvingin fær góð skoðsmál.

Føroysku alifyritøkurnar fáa sera góðar afturmeldingarnar frá nýggju alaraútbúgvingini. Tað fegnast Havbúnaðarfelagið um, sum í sínari tíð heitti á Yrkisútbúgvingarráðið um at seta á stovn eina yrkisútbúgving innan aling.

Byrjaði í 2022
Alaraútbúgvingin byrjaði á heysti 2022 á miðnámi í Vestmanna. Útbúgvingin fer partvíst fram á miðnámi í Vestmanna og partvíst úti á læruplássinum hjá alifeløgunum. Tað eru alifyritøkurnar, sum sjálvar seta lærlingar. Ein partur av lærlingatilgongdini er síðani at fara á skúlabonk á miðnámi í Vestmanna. Ein flokkur verður tikin inn um árið.

Størri vitan og førleikar
Verandi alarar hjá føroysku alifyritøkunum eru bæði ágrýtnir og dugnaligir. Men framtíðin krevur alsamt fleiri alarar við størri vitan og førleikum at ala á landi og á sjónum. Avbjóðingarnar gerast ikki minni, um farið verður út á meira streymhørð øki ella opið hav at ala. Tørvur er tí á, at tey starvsfólk, sum byrja eina yrkisleið sum alarar, hava eitt gott ástøðiligt og praktiskt grundarlag, tá tey byrja at arbeiða í vinnuni.

Eitt nýtt skeið í alaraútbúgvingini byrjar í august.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737