Havbúnaðarfelagið: Bannið delfindrápum í Føroyum

09. februar. 2022 | Tíðindi | Havbúnaður

Løgmaður hevur alment boðað frá, at hann hevur tikið stig til at eftirmeta delfindráp í Føroyum, í sambandi við vanlukkuligu hendingina í Skálafirði 12. september 2021. Hesum fegnast Havbúnaðarfelagið um, og mælir Løgmanni til at banna delfindrápum.

Avleiðingarnar av drápinum av uml. 1400 delfinum, sovnevndum springarum, hava verið ógvusligar og viðfevndar fyri alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu. Ávirkanin frá framhaldandi delfindrápum kann næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur. Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt delfindráp afturat skuldi verið framt í Føroyum.

Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru vorðin sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga yngri fólk. Harumframt hava delfinir eina serliga støðu í tilvitskuni hjá fólki.

Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur í alsamt minni mun vilja taka tann váðan uppá seg, at gerast partur av einari herferð móti føroyskum fiskavørum.

Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er fundamentið undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av samlaða vøruútflutninginum í Føroyum. Um man vil tað ella ikki, so má politiska skipanin fyrihalda seg til henda veruleika, og taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum.

Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at dráp av stórum bólkum av delfinum ikki er siðvenja ella føroysk mentan. Flestu pláss í Føroyum hava onga siðvenju fyri beinleiðis veiðu av delfinum, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær í at halda fram við delfindrápum.

Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis delfindrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt delfindráp verður framt, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava.

Nevndin í Føroya Havbúnaðarfelagi

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737