2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag fráboðað verkfall

26. mai. 2024 | Tíðindi

Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, hevur í kvøld boðað Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag frá, at Semingsstovnurin endar semingsroyndina uttan at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar

Stutt eftir boðunum frá Semingsstovninum fráboðaði Havnar Arbeiðskvinnufelag ein arbeiðssteðg, sum er lýstur at koma í gildi týskvøldið tann 28. mai kl. 00:00 (á midnátt náttina millum týsdag og mikudag).

Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið eru settir eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak fyri arbeiðssteðginum. 

Hvør er fevndur av einum møguligum arbeiðssteðgi?
Føroya Arbeiðsgevarafelag ger vart við, at tvær treytir skulu vera uppfyltar, fyri at starvsfólkið er fevnt av arbeiðssteðgi:

    • Starvsfólkið skal verða fevnt av kollektivum sáttmála millum FAG og tey fýra fakfeløgini, sum er partur av arbeiðssteðginum, og
    • Starvsfólkið skal vera limur í einum av teimum fýra fakfeløgunum, sum er partur av arbeiðssteðginum.

Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðari, sum er settur sambært handverkarasáttmálanum, ikki er fevndur av arbeiðssteðgi hjá arbeiðarafeløgunum.

Lærlingar, næmingar og praktikantar eru ikki fevndir av einum verkfalli og skulu møta sum vanligt.

Starvsfólk, sum ikki eru limir í einum av teimum fimm arbeiðarafeløgum, eru ikki fevnd av verkfallinum, og hava skyldu at møta til arbeiðis sum vanligt.

Sí eisini svar um vanligar spurningar ísv. eitt verkfall á heimasíðuni www.industry.fo ovast á breddanum undir “Vegleiðing um verkfall”.

Samband við Vinnuhúsið
Hava tit spurningar í sambandi við hetta, ber til at seta tykkum í samband við:
Vinnuhúsið á telefon 309900
Niels Winther, stjóra, á telefon 739906
Jórun Gardar, ráðgeva, á telefon 739913 
Báru Gunnarsdóttir, ráðgeva, á telefon 739903
Alva Hjelm, ráðgeva, á telefon 739908

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios