Havnar Handverksmeistarafelag: Limatiltak flutt til hósdagin 24. januar

21. januar. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Havnar Handverksmeistarafelag skipar fyri limatiltaki um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini, um setanarprógv og um nýggju tryggingarnar, sum nú koma í gildið fyri allar handverksmeistarar.

Í oktober varð nýggjur tvey ára sáttmáli gjørdur við handverkarafeløgini. Á limafundinum verður m.a. greitt frá broytingunum í nýggja sáttmálanum.

Á fundinum verður eisini tosað um setanarskriv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarskriv. Á fundinum fara vit at gjøgnumganga dømi sum uppfylla lógarkravdu upplýsingarnar til setanarskriv.

Fyrsta punktið á skránni snýr seg tó um tryggingar. Føroya Handverksmeistarafelag hevur hevur gjørt avtalu við LÍV um samlagstrygging fyri allar limir felagsins. Her verður kunna um tey praktisku viðurskiftini, nú tryggingarnar, lívstrygging og trygging móti ávísum hættissligum sjúkum, koma í gildi. Umboð fyri LÍV luttaka á fundinum.

Skrá:

1.   Lívstrygging og trygging móti ávísum hættissligum sjúkum til meistarar

-   felagið hevur samtykt at tekna samlagstrygging fyri allir limir felagsins.

2. Kunning frá sáttmálasamráðingunum

-   Kunning um setanarskriv við praktiskari vegleiðing
- Spurningar

Fundurin byrjar kl 17.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7. Kaffi og kaka verður at fáa í steðginum millum evnini. Eftir framløgunar verður ábit.

Freistin at melda til týsdagin 22. januar kl 13.

Tilmelding á industry@industry.fo. Nýggir limir eru vælkomnir.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737