IMG 9603
Havnar Handverksmeistarafelag

Havnar Handverksmeistarafelag vertur fyri norðurlendskum fundi

01. juni. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Handverksmeistarafeløg úr øllum Norðurlondum hittust í Havn fyri at umrøða vitlíki, yrkisútbúgvingar og felags avbjóðingar hjá handverksvinnuni

Í døgunum 28.–30. mai hevði Havnar Handverksmeistarafelag gleðina av at vera vertur fyri árliga norðurlendska fundinum hjá handverksmeistarafeløgunum í høvuðsstøðunum í Norðurlondum.

Umboð úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi hittust í Havn fyri at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar hjá handverksvinnuni.

Fundurin var skipaður við fyrilestrum, kjaki og vitjanum á ymiskum arbeiðsplássum og útbúgvingarstovnum í Føroyum. Endamálið var at deila royndir og vitan um gongdina í vinnuni og styrkja samstarvið millum norðurlendsku feløgini.

Høvuðsevnini í ár vóru vitlíki og yrkisútbúgvingar.

Vitlíki og framtíðarleikluturin hjá handverkinum
Fyrra høvuðsevnið var vitlíki og leikluturin hjá handverksvinnuni í eini tíð við skjótari tøkniligari menning. Bárður Dal-Christiansen, arkitektur og listamaður, greiddi frá, hvussu arbeiðið í byggivinnuni eu broytt hjá teknistovunum.

Luttakararnir umrøddu síðani, hvussu vitlíki og nýggir talgildir arbeiðshættir kunnu brúkast í gerandisdegnum hjá handverksfyritøkum – bæði til fyrisiting, verkætlanarleiðslu, tekning, dokumentatión og samskifti.

Samstundis varð dentur lagdur á, at handverkið framvegis byggir á fakligar førleikar, praktiska vitan og menniskjaligt handalag. Tí varð kjakast um, hvussu nýggj tøkni kann verða eitt amboð, sum styrkir handverkið, heldur enn nakað, sum kemur í staðin fyri tað.

Yrkisútbúgvingar og tilgongd til fakini
Seinna høvuðsevnið snúði seg um yrkisútbúgvingar og stóra tørvin á faklærdari arbeiðsmegi, sum er ein felags avbjóðing í øllum Norðurlondum.

Umboðini umrøddu, hvussu londini arbeiða við at fáa fleiri ung at velja eina yrkisútbúgving, og hvussu vinnan kann vera við til at tryggja góðar karmar fyri lærlingar.

Í hesum sambandi vitjaðu luttakararnir eisini á Glasi og NámX, har teir fingu innlit í yrkisútbúgvingarskipanina og samstarvið millum skúlar og vinnu.

Vitjanir og føroysk dømi
Umframt fakligu skránna vitjaðu luttakararnir eisini fleiri fyritøkur og stovnar. Millum annað vóru vitjanir á Smyril Line, í Vinnuhúsinum og í Norðurlandahúsinum. Hesar vitjanir góvu innlit í føroyskt vinnulív, føroyskar útflutningsmøguleikar og serligu karmarnar, sum fyritøkur arbeiða undir.

Síðsta vitjanin var í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu, har føroyski báturin og málningurin, sum vórðu gjørd til EuroSkills 2025, standa. Har helt Livar Nysted eina undirhaldandi og hugtakandi framløgu um havrógving.

Styrkt norðurlendskt samstarv
Sambært Havnar Handverksmeistarafelag hevði fundurin stóran týdning fyri at styrkja samstarvið millum handverksvinnurnar í Norðurlondum.

"Hóast londini eru ymisk, eru avbjóðingarnar ofta tær somu. Tørvurin á faklærdari arbeiðsmegi, menningin innan fyri vitlíki og krøvini til framtíðarinnar arbeiðsmarknað eru evni, sum vit øll arbeiða við. Tí er tað sera virðismikið at hittast, deila royndir og læra hvør av øðrum", sigur Sigtór Petersen, formaður.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)