Ferða1

Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2026

06. november. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Tveir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2026 í kvøld. Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

Á Ferðavinnustevnuni, sum var hildin á Hotel Hafnia í kvøld, vórðu tveir serligir heiðrar latnir fyri týdningarmikil avrik í føroysku ferðavinnuni. Handað varð fyri Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak.

Ársins ferðavinnufólk: Gunnar Skúvadal

Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið í gerandisdegnum – teimum, sum dagliga eru í beinleiðis samskifti við ferðafólk og sum ferðavinnan ikki kundi verið fyri uttan. Í ár fór heiðurin til Gunnar Skúvadal.

Í grundgevingini varð sagt:

Fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, stóra eldhuga og týðandi íkast til menningina av føroyskari ferðavinnu. Við arbeiðssemi og áræði hevur Gunnar Skúvadal í nógv ár verið ein av berandi kreftunum í ferðavinnuni.

Hann hevur megnað at knýta søgu, mentan, matupplivingar og stórsligna náttúru saman í fjølbroytt ferðavinnutilboð, sum geva gestum serstakar upplivingar og hava sett økið á ferðavinnukortið.

Við sínum ótroyttiliga vilja hevur hann ikki bert ment egna fyritøku, men eisini verið við til at skapa og varðveita eitt livandi ferðavinnuumhvørvi í økinum. Gunnar Skúvadal er ein sonn eldsál, sum við sínum arbeiði hevur gjørt stóran mun fyri føroyska ferðavinnu.


Ársins Átak: KG Hotel

Heiðursbrævið Ársins átak verður latið teimum, sum hava dirvi at hugsa og arbeiða nýtt – og sum við sínum virksemi menna og styrkja ferðavinnuna. Í ár varð KG Hotel kosið Ársins átak.



Í grundgevingini stóð:

Fyri dirvi, nýhugsan og áræði, sum hava skapt nýggjar møguleikar og givið ferðavinnuni í økinum nýtt lív. Við einari stórari og framsøknari íløgu hevur vinnarin víst, at stórir dreymar kunnu gerast veruleiki, og skrivað ein nýggjan kapittul í føroyskari ferðavinnusøgu.

Við at sameina framkomnar hentleikar, vælveru og stórsligna føroyska náttúru hevur vinnarin skapt eitt serstakt ferðavinnutilboð, sum gevur gestum nýggjar upplivingar.

Átakið er meira enn eitt nýtt hotel. KG er eitt nýbrot, sum skapar nýggjar møguleikar, gevur økinum nýtt lív og er eitt týðandi íkast til menningina av føroyskari ferðavinnu.


Í dómsnevndini sótu:
•    Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið
•    Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
•    Annika Lisberg, Kunningarstovurnar

 

Annað á breddanum

  1. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3