479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
Samskifti

Heimleiðistiltak í Samskifti

30. september. 2025 | Tiltak | KT- og samskifti

Fríggjadagin 3. oktober verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limir í Samskifti fáa høvi at hittast

Fríggjadagin 3. oktober verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limir í Samskifti fáa høvi at hittast og at kunna seg um viðkomandi viðurskifti innan samskiftivinnuna. 

Dánial Hoydal fer at geva innlit í arbeiðið hjá Faer Isles Distillery um hvussu arbeitt verður við eksport. Dánial greiðir frá, hvussu komið verður frá fyrstu tonkunum um at útflyta vøru uttanlands og hvussu hetta verður gjørt í verki. 

Eftir steðgin fer felagið Samskifti at greiða frá hvørja ágóðan limir hava við limaskapinum í Samskift. Greitt verður frá hvat tað inniber at Samskifti nú er limur í Dansk Markedsføring og hvat limirnir í Samskifti kunnu fáa burtur úr hesum.

Limir eru vælkomnir at bjóða starvsfólkum úr fyritøkuni við á tiltakið.

Skrá:

  • Kl. 14:30 - 15:00 - Eksportur uttanlands – Dánial Hoydal
  • Kl. 15:00 - 15:15 - Steðgur - Cava og kransakøka
  • Kl. 15:15 - 15:40 - Felagið Samskifti greiðir frá limaskapi
  • Kl. 15:40 - Liðugt

Hvar:
Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Nær:
3. oktober 2025
klokkan 14:30-15:40

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3