Heimleiðistiltak um Heimsmálini

05. november. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar týsdagin 6. november fyri heimleiðistiltaki fyri limum í felagnum við undirfeløgum

Tað eru nú gott trý ár, síðan tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning vórðu samtykt í ST, og myndugleikar, fyritøkur og ikki minst kundar brúka nú í størri og størri mun heimsmálini sum varðar á leiðini.

Kendi leiðsluráðgevin og fyrilestrahaldarin Steen Hildebrandt fer á tiltakinum í Vinnuhúsinum at hava eitt upplegg um, hvussu vinnan kann taka tey 17 heimsmálini til sín og brúka tey til eisini at menna fyritøkuna. Um fyritøkurnar tilvita nýta heimsmálini sum eitt leiðsluamboð, verða hesi við til at skapa virði og betra um úrslitið hjá fyritøkuni.

Magni Arge, fólkatingsmaður, sigur eisini stutt frá arbeiðnum við heimsmálunum frá einum føroyskum sjónarhorni.

Aftaná verður ein kaffimuður og høvi til prát.

Til ber at lesa meira um heimsmálini her.

Til ber at lesa meira um Steen Hildebrandt her.

Tiltakið verður 6. november kl. 15.00 – 17.00, og er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess. Tiltakið er ókeypis, men vinarliga boða frá luttøku við at svara hesum maili ella við at ringja 309900.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)