Heimleiðistiltak um nøgdsemið við lokalu umstøðurnar at reka vinnu.

08. mai. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 3. mai skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum, har úrslitini frá nøgdsemiskanningini vórðu løgd fram fyri limirnar í húsinum. Eisini greiddi Karl Birgir Isaksen frá, hvussu skipanin við Vinnulívsráði virkar í Klaksvík. Karl Birgir er formaður í Klaksvíkar Vinnulívsráði.

Framløgan av úrslitunum vísti, at nøgdsemi við lokalu umstøðurnar sum heild er á einari leið. Tó er nøgdsemi við atgongd til keyp og leigu av øki til vinnuligt virksemi og við mannagongdir í sambandi við kommunalt útboð og innkeyp minni gott.

Fyritøkurnar vóru eisini í kanningini spurdar hvørji viðurskifti høvdu størstan týdning fyri fyritøkurnar. Kommunali hugburðurin til vinnulívið hevði størstan týdning, og síðani kom kommunalt innkeyp og útboð. Eisini grundleggjandi kommunalar tænastur og samferðslu- og samskiftiskervið varð raðfest ovarlaga.

Karl Birgir Isaksen greiddi frá um Klaksvíkar Vinnulívsráð, og um tey tiltøk, sum felagið fyriskipaði.

Endamálið við at stovna felagið var m.a. at samskipa mál av felags áhuga fyri fyritøkurnar í Klaksvík, og at vera fyritøkunum til hjálpar í málum sum høvdu við kommununa og landsmyndugleikarnar at gera. Felagið hevur øll árini havt sum mál, at arbeiði skal vera til øll, og at virkandi og skapandi fólk skulu trívast og mennast í Klaksvík. Størsta einstaka málið, sum vinnulívið hevur arbeitt við hevur verið fasta sambandið um Leirvíksfjørð.

Vinnulívsráðið hevur regluliga skipað fyri netverksfundum við tí endamáli at knýta vinnulívið á staðnum tættari saman. Felagið hevur eisini gjøgnum árini umboðað vinnulívið á fundum við

Klaksvíkar Kommunu um vinnulig viðurskifti, tó at fundirnir við kommununa ikki hava verið so regluligir.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737