Heimleiðstiltak Samskifti 1
Samskifti

Heimleiðstiltak savnaði samskiftisvinnuna

06. oktober. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

Samskiftisvinnan savnaðist í Vinnuhúsinum til heimleiðstiltak, har dentur var lagdur á, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu røkka marknaðum uttanlands

Hvussu røkka vit kundum uttanlands, og hvat krevst fyri at flyta eitt føroyskt vørumerki út um landoddarnar? Hetta var evnið, tá ið vinnugreinafelagið Samskifti skipaði fyri heimleiðstiltaki í Vinnuhúsinum fríggjadagin í farnu viku.

Dánial Hoydal, ein av stovnarunum av Faer Isles Distillery, setti dagsskránna við áhugaverdari framløgu um, hvussu virkið arbeiðir við at røkka marknaðum uttanlands, tá ið tað ræður um sambond við kundar og at tryggja fígging.

Í framløguni greiddi hann eisini frá, hvussu Faer Isles Distillery fer frá fyrstu tonkunum um útflutning til ítøkiliga verkseting, og hvussu altjóða samstarv verður bygt upp stig fyri stig.

Eftir framløguna greiddi nevndin í Samskifti frá mongu fyrimununum, sum eru knýttir at limaskapi í felagnum. Serliga varð dentur lagdur á, at felagið nú er vorðið limur í Dansk Markedsføring, og at limir í Samskifti harvið fáa atgongd til eitt sterkt fakligt netverk.

Tiltakið hevði til endamáls at skipa fyri einari fakligari og sosialari løtu, har samskiftisvinnan kundi savnast fyri at deila vitan og netverka. Luttøkan var góð, og tað vísir, at stórur áhugi er fyri tiltøkum av hesum slag. 

Stutt um Samskifti
Samskifti skipar javnan fyri heimleiðstiltøkum fyri limum felagsins. Endamálið við felagnum eins væl og tiltøkunum, sum felagið skipar fyri, er at geva íblástur og kunning til samskiftisvinnuna og at taka sær av yrkisligum, felagsligum og fíggjarligum áhugamálum.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)