Heimsins størsta avtala um offshore vindmyllur

09. mars. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

DONG Energy og Siemens Energy Sector undirskrivaðu fríggjadagin 6. mars eina avtalu um veiting av upp til 500 offshore vindmyllum.

Hetta verður mett at vera heimsins størsta offshore vindmylluavtala.
Veitingaravtalan fevnir um vindmyllur við einum samlaðum kapaciteti á 1800 megawatt. Myllurnar verða settar á komandi vindmyllulundirnar hjá DONG Energy í Norðurevropu.
Góðkenningarmannagongdir og búskaparligu treytirnar í einkultu londunum verða avgerandi fyri, nær og hvar tær einkultu verkætlanirnar verða framdar.
- Siemens og DONG Energy hava søguliga havt eitt væleydnað samstarv um bygging og rakstur av offshore vindmylluverkætlanum. Við hesi avtaluni gera partarnir í felag eitt risastig mótvegis at einsrætta byggingina av hesum slagnum av verkætlanum, sigur Anders Eldrup, stjóri í DONG Energy.
Vindmyllurnar, sum Siemens fer at veita sambært veitingaravtaluni, hava ein kapacitet á 3,6 megawatt eins og tær vindmyllur, sum nú verða riknar á offshore vindmyllulundini DONG Energy Burbo Bankar, og tær vindmyllurnar, sum verða bygdar á DONG Energy Gunflett Sands I+II verkætlanunum.
Ordrin er hin størsti í søguni hjá Siemens.
Kelda: erhvervsbladet.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)