Heimsins størsta fiskavørumessa flytur úr Brussel til Barcelona

23. september. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyriskipararnir av heimsins størstu fiskavørumessu, Seafood Expo Global og Seafood Processing Global, hava boðað frá, at messan í 2021 flytur til Barcelona.

Messan í 2020 verður tí tann seinasta í Brussel á hesum sinni. Føroyar hava verið við á Seafood Expo Global við landabási frá byrjan, og messan hevur í nógv ár verið ein fastur táttur í sølu- og marknaðarføringsátøkunum hjá føroyskum fiskaútflytarum. Harumframt hava føroysk flutningsfeløg og framleiðarar av útgerð luttikið á Seafood Processing Global.

Orsøkirnar til, at fyrireikararnir hava flutt messuna, eru fyrst og fremst, at útboðið av hotelkømurum í Barcelona er størri enn í Brussel, og at nýggja messusentrið, Fira de Barcelona, Gran Via, er størri. Gran Via hevur 200.000 fermetrar av gólvplássi, 8 messuhallir, meira enn 40 matstovur, og hevur góðar atkomumøguleikar. Tískil er flytingin ein liður í at framtíðartryggja møguleikarnar fyri framtíðar vøkstri. Alt fleiri luttakarar kring heimin hava víst áhuga fyri messuni, og í fjør luttóku meira enn 29.000 keyparar og seljarar, meðan 2.000 fyritøkur høvdu bás á messuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú í 6 ár fyriskipað føroyska landabásin í Brussel, og fyriskipar eisini landabásin í 2020. Felagið er í dialog við fyrireikararnar av messuni um luttøkuna í 2021.

Seafood Expo Global verður fyri seinastu ferð hildin í Brussel í døgunum 21.-23. apríl 2020, og fyrsta messan í Barcelona verður so 27.-29. apríl 2021.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737