Vika 41
Ferðavinnufelagið

Henny á Líknargøtu formaður í Ferðavinnufelagnum

07. oktober. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Nevndin skipað á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

Á nevndarfundi fríggjadagin skipaði nevndin í Ferðavinnufelagnum seg við Henny á Líknargøtu frá Smyril Line sum formanni og Árna Olsen frá Atlantic Airways sum næstformanni.

Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus og Mimmy Vágsheyg frá Kafe Fríðu, sum er virkin tiltakslimur.

Nevndini eru sostatt:

  • Henny á Líknargøtu, formaður
  • Árni Olsen, næstformaður
  • Hans Jákup Kollslíð
  • Sakaris Frederiksen
  • Jenny í Heiðunum
  • Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur

Endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

Annað á breddanum

  1. Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

    Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

    15. september. 2026
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Hvat fáa vit í veruleikanum burtur úr vitlíki?

    Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi um, hvussu fyritøkur brúka vitlíki

    14. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Robert Diana Kristian Eli (1)
  3. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo