Herd innflutningskrøv til Stóra Bretlands fyribils slept

09. mai. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stóra Bretland hevur áður fráboðað, at herd krøv til innflutning av eitt nú fiskavørum fóru at verða sett í verk 1. juli og seinni í ár. Hesi krøv verða nú fyribils slept. Hetta ger tað smidligari at útflyta føroyskar fiskavørur til Stóra Bretlands.

Í samband við at Stóra Bretland fór úr ES 1. januar 2021 varð fráboðað, at Stóra Bretland so líðandi fór at seta í verk herd krøv í innflutningseftirlitinum, herundir eisini til fiskavørur. Onkur av krøvunum eru longu sett í verk, og verða verandi í gildi, serliga krav um IUU-váttanir og pre-notifikatión umvegis IPAFFS skipanina.

Tey herdu krøvini, sum ætlanin var at seta í verk 1. juli og seinni í ár verða nú fyribils slept.

Í staðin fara bretskir myndugleikar at arbeiða við einari nýggjari og smidligari skipan fyri innflutningseftirlit, sum ætlanin er at seta í gildi ultimo 2023. Bretskir myndugleikar siga, at nýggja skipan verður ein proportional og váðagrundað skipan, sum í stóran mun verður talgild.

Tey herdu krøv, sum ætlanin var at seta í gildi, men sum nú eru slept, vóru hesi:

  • Krav um at SPS (Sanitary and PhytoSanitary) eftirlit skuldi flytast til serligar marknaeftirlitsstøðir (Border Control Posts)
  • Krav um trygdar- og verndarváttanir
  • Krav um heilsuváttan
  • Avmarkingar á innflutning av køldum kjøti

Sí formligu fráboðanina her.

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467