Hesi kappast um FM fyri handverkslærlingar

18. februar. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS í døgunum 28. februar og 1. mars. Tað eru í alt 11 lærlingar, sum fara at nýta hesar báðar dagarnar at kappast um at gerast føroyameistari innan sítt lærufak.

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri FM kapping fyri handverkslærlingar í Føroyum, fyrsta FM kapping varð hildin á heysti í 2017. Hesaferð koma lærlingarnir at kappast innan timbur, el og hárfríðkanar fakið.

Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Hetta verður gjørt við at geva lærlingum eina góða uppliving, har tey samstundis kappast um at vísa sítt besta handverk fram.

Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.

Hesir eru lærlingarnir, sum skulu kappast um FM í timbur, el og hárfríðkan:

Timbur:
Ingmar Dam, Búsetur
Markus Olsen, Articon
Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð

El:
Teitur Johannesen, JT Electric
David Arnhold Hjelm, Pado
Rasmus Poulsen, LM Electric
Rói Zachariassen, LM Electric

Hárfríðkan:
Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa
Petra Høgnadóttir Hansen, Adore
Jórunn á Gravarbø, Evoke

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737