Hetta gongur ikki SEV!

10. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinastu vikurnar hava vit fleiri ferðir upplivað, at streymurin er farin. Hetta elvir til sera stóran ótryggleika hjá vinnulívinum og kann merkja stóran fíggjarligan miss. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV hevur ein stóran trupulleika

Í gjárkvøldið um nátturðatíð fór streymurin aftur, og í fleiri støðum var streymurin burtur í meira enn tveir tímar. Hetta er aðru ferð í góðveðrinum, sum hevur verið seinastu vikurnar, at streymslit er. Fyri fáum vikum síðani var støðan tann sama.

Óstøðuga streymveitingin seinastu vikurnar elvir til sera stóran ótryggleika í fleiri vinnum. Tað hevur í fleiri førum víst seg, at tøknilig tól, ið verða nýtt í framleiðsluni, fáa skaða orsakað av streymsliti, umframt at framleiðslan steðgar upp. Fyritøkurnar missa sjálvandi pening, tá ið framleiðslan steðgar upp, og tað kostar nógvan pening at fáa framleiðsluna í gongd aftur.

Streymslitini økja eisini um váðan hjá fyritøkunum. Eitt dømi um hetta eru smoltstøðirnar, ið eru serliga hart raktar av streymsliti.

Hetta er sera viðbrekin framleiðsla, ið krevur støðugan streym. Um streymurin er óstøðugur, er vandi fyri at missa nógv smolt, ið er grundarlagið undir virkseminum í framtíðini.

Hetta er triðju ferð, at streymslit er seinastu tíðina. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at SEV hevur ein stóran trupulleika, ið krevur eina nærri frágreiðing. Hetta krevur, at SEV raðfestir veitingartrygdina, tí vinnulívið krevur støðugan streym.

Vinnulívið ynskir meira streym og færri forkláringar.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4